Kyndil og VÍF vunnu - javnleikur í Hoyvík

(Rás2) Endurhoyr seinastu løtuna av Kyndil-Stjørnan 28-26 (14-14), og síggj úrslitini og støðuna í hvonndeildini

Tríggir dystir eru leiktir í hvonndeildini í dag.

 

Úrslitini vóru:

 

Kyndil-Stjørnan 28-26 (14-14) - Toppskjúttar: Kyndil: Anna A. Brimnes 8 mál, Stjørnan: Jansy Jacobsen 6 mál.

VB-VÍF 29-33 (15-18) - Toppskjúttar: VB: Mathilde M. Pedersen 6 mál, VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8 mál. 

H71-StÍF 19-19 (9-9) - Toppskjúttar: H71: Maria H. Weyhe 6 mál, StÍF: Karina Høgnesen 5 mál.

 

Tað koyrir ótrúliga væl hjá VÍF, sum bara hevur mist eitt stig í kappingini higartil. StÍF í hinum endanum av stigatalvuni fekk fyrsta stigið í dag.

 

Støðan:

 

1. VÍF 11 dystir og 21 stig

2. Kyndil 11 dystir og 18 stig (+77)

3. VB 12 dystir og 18 stig (+75)

4. Neistin 12 dystir og 11 stig

5. H71 12 dystir og 7 stig

6. Stjørnan 12 dystir og 6 stig

7. StÍF 12 dystir og 1 stig


TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá dystarendanum í dystinum millum Kyndil og Stjørnuna.