Kyndil og Stjørnan best nøgd

Bæði kvinnur og menn hjá VÍF verða partur av tveimum hørðum hálvfinaludystum móti ávíkavist VB og StÍF

Coca-Cola kappingin

Lutakastið um, hvussu leikast skal í hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini hjá kvinnum og monnum, var í ÍSF-húsinum mánakvøldið, einki er at ivast í, at tað mundu vera menninir hjá Kyndli og kvinnurnar úr Stjørnuni, sum vóru best nøgdar um úrslitið av hesum.
Hjá kvinnunum lagaði lutakastið seg soleiðis, at Stjørnan skal royna seg móti Kyndli, og einki er at ivast í, at oddaliðið her er risafavorittur móti liðinum, sum í løtuni er á niðasta plássinum í bestu deildini. Hin hálvfinalan er so millum VB og VÍF, og einki er at ivast í, at her verður talan um tveir tættar dystir, har tað væl kann henda seg, at tað verða teir so væl kendu smáu marginalarnir, sum verða avgerandi.
Hjá monnunum var tað sera óvæntað, at H71 í fjórðingsfinaluni basti Neistanum, og tí er einki at ivast í, at júst H71 var liðið, sum hini helst vildu fáa í sín pott.
Tað gjørdist Kyndil, sum gjørdist vinnarin í hesum spælinum, og so er spurningurin bara, hvørt Kyndil megnar at liva upp til favorittleiklutin í hálvfinalunum. Tað megnaðu teir so ikki í fyrra landskappingardystinum millum liðini, har Kyndil fyri einastu ferð í landskappingini higartil í ár var við undirlutan.
Hin hálvfinalan verður so aftur í ár millum StÍF og VÍF, og tað er so nakað, sum er um at gerast fastur siður í føryskum manshondbólti. Vanliga hava steypadystirnir millum hesi bæði liðini verið framúr spennandi, og eitt nú var tað bert reglan um flestu málini á útivølli, sum sendi StÍF víðari, so tað er lítið at ivast í, at hetta verður satt krás fyri áskoðararnar hjá feløgunum báðum. Eisini hóast neglirnar kanska onkra tíð fara at gerast dekan ov niðurbitnar.
Dystirnir í hálvfinaluni verða leiktir ávíkavist 21. og 28. januar. Tó er enn ikki fastlagt, hvussu kvinnurnar hjá VÍF og VB avgreiða sínar hálvfinalur, tí ferðasambandið til Suðuroyar ger, at tað er eitt sindur óhøgligt at spæla miðvikudystir hjá teimum.