Finalan í »Sisu-Cup 2015« verður í høllini á Hálsi í Havn í dag. VíF og Neistin spæla um 3. og 4. plássið
Hetta vikuskiftið hevur Kyndil vitjan úr Íslandi. Tað er kvinnuliðið hjá Fylkir, sum er komið til Føroyar á venjingarlegu. Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum til kappingarárið, sum byrjar í september. Í hesum sambandi hevur verið skipað fyri »Sisu Cup 2015«.
Fríggjadagin og leygardagin vóru innleiðandi dystinir leiktir, og í dag verða tveir dystir. Klokkan 14.30 spæla VÍF og Neistin. Hetta er dystur um 3. og 4. plássið.
Klokkan 16.00 spæla Kyndil og Fylkir finaluna í Sisu Cup 2015.
Úrslit higartil hava annars verið:
Fríggjadag 28/8
Kyndil - Neistin 19-22
Fylkir - VÍF 22-20
Leygardag 29/8
Kyndil - VÍF 23-19
Neistin - Fylkir 20-22
Neistin - VÍF 23-27
Kyndil - Fylkir 18 - 11
Dystinir eru í høllini á Hálsi.