Kyndil nærkast oddinum

Kyndil vann í kvøld á StÍF, og nú hóma steypavinnararnir av álvara møguleikan fyri FM-finaluni

Tað líkist aftur eini framúr spennandi kapprenning um annaðplássið í Atlantic Airways-deildini. Oddasessinum sita kollfirðingar enn sum áður trygt á, men vánaliga gongdin hjá VÍF seinastu dystirnar hevur av álvara latið upp fyri eini knallharðari kapping um seinna finaluplássið.

 

Og í kvøld meldaði Kyndi lseg inn í hesa kapprenning, eftir at teir vunnu á StÍF.

 

Talan var um sera tættan fyrra hálvleik, har StÍF royndi at toga seg framum, men har Kyndil ongan tíð slepti gestunum avstað.

Eftir steðgin helt javna gongdin fram, men nú var tað Kyndil, sum støðugt hevði hug at toga seg framum. Um miðjan hálvleikin eydnaðist at vinna seg upp á 17-14, og tá StÍF fyrst misnýtti brotskast og síðani fekk tvær útvísingar á rað, kundi heimaliðið punkterað spenningin í dystinum. Eitt skifti vóru seks mál á muni, og tó at StÍF pyntaði nakað um úrslitið, so stóð øllum greitt, at nú var avgjørt.

 

Hjá Kyndli spældi Julian Johansen stóran leiklut við fimm málum. Hann segði annars eftir steypafinaluna, at hann nú einvíst fór at hugsa um Neista-kvinnurnar, men eftir øllum at døma hevur hann játtað at taka eitt tørn afturat. David Edvardsen skeyt eisini fimm mál fyri Kyndil, meðan Sveinur Justinussen skeyt átta mál fyri StÍF.

 

Við sigrinum hevur Kyndil nú 14 stig fyri 14 dystir. VÍF, sum er nummar tvey, hevur 18 stig fyri 15 dystir, meðan StÍF og H71 hava 16 stig fyri sínar 15 dystir.

 

Kyndil-StÍF 22-18 (9-9)