Kyndil mist týdningarmiklan spælara

Stóri og sterki íslendingurin á strikuni hjá Kyndil, Hörður Fannar Sigþórsson, hevur spælt sín seinasta dyst fyri Kyndil á hesum sinni.

 

- Vit hava tíverri mist kempuna í verjuni. Hann er farin heim av persónligum orsøkum og spælir ikki við okkum aftur í ár, sigur Finnur Hansson, sum er annar av venjarunum hjá Kyndli.

 

Hörður Fannar Sigþórsson(Nummar 32 á myndini) hevur verið ein týðandi partur av liðnum hjá Kyndli. Finnur ásannar, at nú mugu hinir spælararnir taka meiri ábyrgd, um Kyndil skal hava nakran møguleika at gera seg galdandi longur uppi í á stigatalvuni.

 

- Tað merkir, at nú mugu fleiri spælarar taka ábyrgd á seg, sigur Finnur Hansson.

 

Hörður Fannar Sigþórsson hevur skotið 38 mál fyri Kyndil í ár. Bara Finnur Hansson hevur skotið fleiri. Leikandi venjarin hevur skotið 39.

 

Hoyr samrøðuna við Finn Hansson her.