Kyndil knógvaði KÍF í spennandi dysti

Sterkur fyrri hálvleikur var akkurát nóg mikið at halda KÍF frá fatinum.

Okkaradeildin: Kyndil - KÍF 26-24 (14-9)

KÍF kundi seta seg á ovastu rók á Okkaradeildini, um tað eydnaðist at vinna á Kyndli í Høllini á Hálsi í dag.

Kollfirðingar mundu eisini hava favorittleiklutin, tí Kyndil hevur fingið vána byrjan á kappingarárið. Eftir ósigrar í fyrstu trimum umførunum, skifti Kyndil venjara, og setti Høgna Klein. Fyrrverandi Kyndilsprofilurin fekk góða byrjan við stórsigri á Team Klaksvík, men spurningurin var um teir grønu kundu hótta KÍF.

Og tað kundi Kyndil.

Kollfirðingar, ið ikki hevði Hans Eli Sigurbjørnsson við, vóru aftanfyri 3-0 eftir lítlari løtu, og tað gjørdist enn verri sum fyrri hálvleikur leið.

Stutt fyri hálvleik var støðan 14-7 til Kyndil, áðrenn KÍF minkaði niður í hálvleiksstøðuna 14-9.

Í seinna hálvleiki vendi í holum. KÍF hevði allatíðina hug at minka um munin, og tá ið støðan gjørdist 18-17 eftir einum 12 minuttum av seinna hálvleiki, mundu tey grønu kenna fjáltur.

Men Kyndil helt fast. Seinastu tíggju minuttirnar øktist munurin aftur upp í trý mál, áðrenn KÍF aftur fór at hótta við at stjala sigurin. Tá ið Teitur Joensen minkaði til 24-23 við einum tveimum minuttum eftir vóru kollfirðingar vónrikir, men Tummas Pauli Hanusarson og Tróndur Wardum sløktu hesa vón og avgjørdu dystin, ið endaði við úrslitinum 26-24 til Kyndils.

Tummas Pauli Hanusarson og Anders Risdal skutu ávikavist sjey og seks mál fyri Kyndil.

Tað sama gjørdu Nicklas Selvig og Rúni Joensen fyri KÍF.

Les eisini (trýst)

Kyndil hevndi seg inn á VB í seinna hálvleiki