Kyndil kann staðfesta oddasessin

Verður talan eisini um sigur í Vestmanna, ber illa til at ímynda sær, at Kyndil fær kapping um oddasessin hesumegin jólasteðgin

Atlantic Airways-kappingin

Ein javnleikur í fyrsta dystinum. Tað er einasta stigið, sum mansliðið hjá Kyndli hevur latið frá sær higartil í grundspælinum, og fyribils hevur tað verið nóg mikið til at staðfesta ein tryggan oddasess í deildini.
Sunnudagin er so talan um kanska harðastu royndina av øllum, tá liðið fer á vitjan í Vestmanna. Tað kann væl vera, at ársins útgáva av VÍF tykist nakað veikari enn meistaraliðið frá í vár, men fyri tað munnu allir í Kyndils-leguni vera greiðir um, at talan er um harða uppgávu.
Undir øllum umstøðum, so plagar talan at vera um tættar dystir, har báðir partar bæði geva og taka av fullum hjartað, og í so máta verður talan neyvan um undantak hesaferð.
Samstundis skulu StÍF og H71, sum saman við VÍF royna at elta Kyndil, dystast á Skála. Fyrra dystin millum liðini vann H71 so ruddiliga. Men StÍF er nakað væl sterkari nú, enn teir vóru fyrstu umførini, og tí er væl hugsandi, at talan verður um eina nakað væl truplari uppgávu hjá hoyvíkingunum hesaferð.
Seinasti dysturin sunnudagin er botnuppgerðin millum Neistan og KÍF. Hvørgin parturin sær út til at gera nakrar serligar skreytir í ár. Og fyrst og fremst man dysturin hesaferð snúgva seg um at fáa nakað av sjálvsálitið í spælarahópin.