Kyndil iðrar seg

Kyndil tók ikki av gylta møguleikanum at vinna seg nærri finaluplássinum í gjár. Havnarmenninir vóru greitt á odda, men kollfirðingar fingu fótafestið aftur. Niklas Reginsson var stórspælandi og skeyt 15 mál

Tað rakk bara til annað stigið hjá Kyndli.
Hóast havnarmenninir vóru greitt á sigurskós í seinna hálvleiki, misti Kyndil fótafestið seinastu minuttirnar. Støðan var 11-15 í hálvleikinum, og eitt skifti vóru teir grønu á odda 20-14 í seinna hálvleikinum. Tað merktist serliga í verjuspælinum, at Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, varð útvístur miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Kollfirðingar hava seinastu vikuna syrgt fyri, at hvørki VÍF ella Kyndil hava vunnið sær nærri finaluplássinum. Seinasta vikuskiftið stevndu vestmenningar leingi móti sigrinum, men KÍF snaraði øllum á høvdið seinastu løtuna. Sama gongdin var í gjár. Tað vísir væl og virðiliga, at kollfirðingar eru betur fyri kropsliga og kann spæla við fullari megi í ein samfullan tíma, samanborið við hini liðini.
Dysturin endaði 27-27 í gjár. Niklas Reginsson, sum skeyt 15 mál í alt, javnaði fyri KÍF í seinasta álopinum.