Miðlahúsið bar tíðindini longu beint eftir steypafinaluna og nú hevur Kyndil váttað, at seinastu snøklarnir eru komnir upp á pláss. Martin Lellek verður nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum, eftir at Julian Johansen gevst eftir hetta kappingarárið.
Kyndil sigur, at Martin Lellek hevur vant alt frá U14 til 2. división í Danmark og er í løtuni venjari hjá U16 1. división. Hann hevur sjálvur spælt hondbólt í 2. división og 1. división, áðrenn hann gjørdist skaddur og mátti leggja hondbóltin á hillina.
- Tað er eingin loyna at Kyndilsmenn eru í einum sera góðum stima fyri tíðina, og hava funnið rætta andan aftur. Vit í Kyndli ynskja Martin vælkomnum í grøna felagið, og vóna at hann fer at trívast her, skrivar felagið.
- Somuleiðis takka vit Juliani so miriliga fyri hesi árini har hann hevur lagt so nógva orku, tíð og alt annað í felagið, og bíða vit spent til hann kemur aftur eftir ein stuttan steðg.
Nýggi venjarin sigur, at hann var ongantíð í iva um, at hann skuldi taka av tilboðnum.
- Øll rundan um felagið eru so íðin og hava stórar ætlanir, sum veruliga talaði til mín. Eg gleði meg at uppliva eina heilt aðra mentan enn eg eri vanur við og menna meg sum hondbóltsvenjara og menniskja, og samstundis seta mín dám á hvussu vit fara at spæla hondbólt í Kyndli, sigur Martin Lellek.