Kyndil hevði aftur trupulleikar av VB

Hondbóltur: Kyndil vann á Vági, men tað var ikki nakar lættur sigur

Tá VB-kvinnurnar fyrst í februar var í Havn og spældi ímóti Kyndli, var Kyndil favorittur til at vinna. Men tá avtornaði, vann VB ein uppibornan sigur.

Sunnudagin var tað so Kyndil, sum fór til Vágs, og enn eina ferð vísti tað seg, at Kyndil ikki trívist væl í dystunum móti VB.

Kyndil vann 25-22, men tá tíggju minuttir vóru eftir, var bert eitt mál á muni.

Besti spælari á VB-liðnum var málverjin Guðrun í Lágabø, og Kyndil misnýtti trý brotskøst.

Kyndil hevði sum heild trupult við at skora upp á sínar møguleikar, og serliga frá vongunum gekk striltið við at fáa bóltin í málið.

Seinastu tíggju minuttirnar eydnaðist tað kortini Kyndlakvinnum at draga so mikið langt frá, at tær fingu bæði stigini við sær norður um aftur, men VB-kvinnurnar vístu enn einaferð, at tær ikki hoyra heima í 2. deild.


1. deild kvinnur:

VB-Kyndil 22-25 (10-14)

VB: Christina Holm 5, Arnleyð Krosslá 4, Carol Strøm 4, Eydis Kjærbo 3, Rannvá Augustinussen 2, Sóleyð Holm 2, Eyðbritt Krosslá 2.

Kyndil: Ann Hansen 6, Jórun Ludvig 6, Lotte Sørensen 5, Rakul N. Joensen 3, Jacklin Durhuus 2, Frida S. Johannesen 2, Brynhild Klein 1.

Útvísingar: VB 2, Kyndil 3.