##med2##
Hetta bleiv ein stórur H71-dagur. Væl skipaða ungdómsarbeiðið farnu árini ber nú frukt á øllum frontum, og í dag er H71 staðfestur steypavinnari hjá bæði kvinnum og monnum.
H71 er eisini partur av fleiri ungdómsfinalum, so nógv steyp eru í væntu í Hoyvík hetta vikuskiftið.
Kyndilsmenn stríddust væl, og aftaná at hava verið aftanfyri 1-5 í fyrra hálvleiki stríddu teir seg innaftur í dystin, og í steðginum í mansfinaluni var H71 bara á odda 10-9. Í seinna hálvleiki var H71 tó omaná og seinastu løtuna var tað greitt, at tað bar móti fjórða steypasigrinum í søguni hjá mansliðnum hjá H71. H71 vann at enda rættiliga trygt 23-19.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum av mansfinaluni. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen, viðmerkjara sum staðfestir ein uppibornan H71-sigur í dag.
##ms##