Kyndil aftur á ovastu rók hjá monnunum

Hondbóltur: Tá mansliðini hjá Neistanum og Kyndli spældu fyrr í ár, var Neistamálmaðurin Bogi Henriksen klárt besti maður á vøllinum. Sunnudagin var tað eisini málmaðurin, sum skaraði framúr, men hesaferð var tað Hans á Lag hjá Kyndli

Eitt frálíkt málmansavrik frá Hans á Lag og eitt ivasamt reytt kort til Andreas F. Hansen bleiv grundarlagið undir sigrinum hjá Kyndli móti Neistanum í einum annars sera keðiligum dysti í høllini á Hálsi sunnudagin.

Hans á Lag er stutt síðani farin at venja í ár, men tað forðaði honum ikki í at taka tvey brotskast á rað og »psyka« tann triðja til at skjóta við síðuna av, og harafturat hevði hann fleiri sera góðar bjargingar, tá Neistamenn vóru komnir ígjøgnum.

Kyndil byrjaði væl betur, og teir vóru longu frammanfyri 4-0, tá fimm minuttir vóru spældir. Ein avsmurningur lá í luftini, og Neistamenn sóu seg noyddar at seta ferðina í dystinum niður. Kyndil fylgdi við niður, og dysturin kom ongantíð veruliga upp aftur í ferð. Tí bleiv tað eisini lítið undirhaldandi, hóast tað gekk javnt á restina av dystinum.

Neistin át seg so líðandi inn á Kyndil aftur, og hálvleikurin endaði 12-10 til teir grønu.

Í seinna hálvleiki var tað Neistin, sum fekk betru byrjanina, og í sætta minutti tók spælandi venjarin Andreas F. Hansen eitt brotskast, sum varð framt móti honum sjálvum. Tað setti hann í netið, og so var Neistin á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, 13-12.

Nú var Kyndil undir trýsti, og teirra spælandi venjari Jacob Jónsson, sum annars hevði verið lítið á vøllinum, kom nú inn. Tað hava vit eisini sæð fyrr í ár, og so kom Kyndil framum aftur 14-13. Finn Mørk, sum var besti maður hjá Neistanum, varð settur at mansverja Jacob Jónsson. Kyndil hevði vant hesa støðuna fyrr í vikuni, men kortini fingu teir lítið burturúr, tá Jónsson var tikin úr spælinum, eisini tí Neistaverjan spældi væl hesa løtuna.

Annars legði ein merki til, at tað var storur munur á álopunum hjá teimum báðum liðunum. Í fótbólti verður ofta tosað um, hvussu stóran part av dystinum annað liðið hevur bóltin. Tað ber illa til at gera tað sama í hondbólti, men tað er ikki at fara alt ov skeivur at siga, at Neistin hevði bóltin nógv meir enn Kyndil. Álopini hjá Neistamonnum tóku nógv longri tíð enn tey hjá Kyndli, sum kom skjótari fram til málroyndirnar í sínum álopum.

Tað gekk javnt á, men í 21. minutti av seinna hálvleiki fekk Neistavenjarin Andreas F. Hansen reyða kortið fyri at verja við hondini upp móti andlitinum á Regini Petersen hjá Kyndli.

Dómurin var harður, og Neistin misti eisini kósina eftir hetta. Teir fingu eitt mál beint aftaná, hóast teir vóru í minniluta, men síðani kom Kyndil upp á 18-15 við fýra minuttum eftir, og so var avgjørt.

Neistamálmaðurin Bogi Henriksen spældi ein branddyst móti júst Kyndli fyrr í ár, men ta ferðina eydnaðist tað kortini Kyndli at vinna við einum máli.

Dysturin hesaferð var ikki so góður sum tann dysturin, men tað var aftur málverjin, sum var besti maður á vøllinum. Hesaferð stoð hann bert í hinum endanum.