Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ er ein fegin maður í dag, eftir at NSÍ vann oddabrakið móti HB 2-0. NSÍ er eftir seks umfør oddalið í Effo-deildini.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna (Riggar ikki til appina)
Trygvi greiðir í samrøðu við in.fo frá taktikkinum í dystinum, sum hann metri er rætti mátin at vinna á HB. Venjarin er eisini sannførdur um, at hetta er eitt NSÍ lið, ið er í framgongd.
Les eisini: Kykmyndir: NSÍ - HB 2-0
NSÍ kom á odda við sjálvmáli, áðrenn Klæmint A. Olsen staðfesti sigurin.
Úrslitini í 6 umfari í Effo-deildini:
FC Suðuroy-AB 3-1
NSÍ-HB 2-0
ÍF-KÍ 3-1
B36-TB 3-0
EB/Streymur-Víkingur 1-2
Stigatalvan í Effo-deildini:
1. NSÍ 15 stig
2. B36 14 stig
3. Víkingur 10 stig
4. HB 9 stig
5. ÍF 7 stig
6. TB 6 stig
7. KÍ 5 stig
8. AB 5 stig
9. EB/Streymur 3 stig
10. FC Suðuroy 3 stig