Kykmyndir: HB vann akkurát á Skála

Her ber til at síggja samandrátt frá steypadystinum millum HB og Skála

HB vann í gjár 1-0 á Skála í 1/8 finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Einsamalla málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Alex José dos Santos sendi beinleiðis hornaspark í mál.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

HB hevur stórar trupulleikar av 1.deildarliðnum hjá Skála, sum stríddist væl. Heimaliðið tóktist illa upplagt og spældi við lítlari ferð, meðan skálamenn stríddust manniliga móti yvirmaktini.

 

Les eisini: Kykmyndir: Her vinnur B36 á TB

 

Tá alt kom til alt, so var HB tó tað betri og vann heldur lítið sannførandi 1-0. HB er saman við B36, Víkingi, NSÍ, ÍF, EB/Streymi, AB og Giza/Hoyvík víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

 

HB - Skála 1-0 (0-0)

1-0 Alex José dos Santos, 65