Jákup á Borg skoraði í gjár sítt mál nummar 147 í bestu deildini í Føroyum. Tað er eins nógv og legendariski John Petersen, sum nú má deila metið við fyrrverandi liðfelaganum og lærlinginum frá tíðini í B36.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
Málið kom upp á brotsspark, sum bleiv gjørt móti Hans Paula Samuelsen. Jákup á Borg heldur, at brotssparkið mundi vera í lagi. Jákup ásannar eisini, at tað er torført at skjót móti einum fyrrverandi liðfelagi, tí hann kennir skjúttin so væl frá venjing.
Les eisini: Samandráttur frá B36-KÍ 1-0
B36 vann dystin 1-0 og liggur á øðrum plássi við einum stigi færri enn oddaliðið NSÍ.










