Kykmynd: Zlatan um yvirgangsálopið í París

(Kykmynd) Síggj og hoyr Zlatan Ibrahimovic seta orð á tað, sum er hent í París, har hann spælir

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tað, sum Zlatan Ibrahimovic hevði at siga við svenskar miðlar aftaná 2-1 sigurin hjá Svøríki í fyrra EM Play Off dystinum, sum var spældur á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi ígjárakvøldið.

 

Zlatan setti bæði orð á dystin, og eisini tað, sum er hent í París, har hann hevur búð, og spælt fótbólt við stórfelagnum, Paris Saint Germain tey seinnu árini. Zlatan er hugtungur um tað, sum er hent, men er glaður um, at øll tey hann kennir í París hava tað gott. 

 

Upptøkan er frá svensku TV4 sjónvarpsrásini.