TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj liðskiparan hjá Manchester United, Wayne Rooney skora eitt søguligt mál ímóti Liverpool í dag, sum samstundis gav Manchester United ein 1-0 sigur á Anfield leikvøllinum í Liverpool í dag.
Wayne Rooney er tann fyrsti spælarin í Premier League, sum skorar 176 mál fyri sama felag. Gamla metið átti legendariski Thierry Henry, sum á sinni skeyt 175 mál fyri Arsenal.
Ótrúliga dugnaligi framherjin, Alan Shearer skeyt á sinni 260 mál í Premier League, men tey eru deild millum Newcastle United og Blackburn Rovers.
Søguligi topp 10 listin yvir spælarar, sum hava skotið flest mál fyri eitt felag í Premier League sær soleiðis út :
Wayne Rooney Manchester United 176 mál
Thierry Henry Arsenal 175 mál
Alan Shearer Newcastle United 148 -
Frank Lampard Chelsea 147 -
Robbie Fowler Liverpool 128 -
Steven Gerrard Liverpool 120 -
Michael Owen Liverpool 118 -
Alan Shearer Blackburn Rovers 112 -
Ryan Giggs Manchester United 109 -
Paul Scholes Manchester United 107 -
Didier Drogba Chelsea 104 -
Ian Wright Arsenal 104 -
Matt Le Tissier Southampton 100 -