Kykmynd: Helsingør-Fremad Amager 2-0 (1-0)

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini av dystinum millum Helsingør og Fremad Amager, sum hevði Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen við frá byrjan

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Helsingør og Fremad Amager, sum var spældur ígjár. Fremad Amager spældi í sínum útidraktum ígjár. Fremst í hesum YouTube filminum hjá YouTube rásini hjá FC Helsingør er ein lýsing uppá 25 sekund, sum tað ber til at leypa um.

 

 

Helsingør vann dystin 2-0. Heini Vatnsdal spældi allan dystin á tamb, meðan Bárður J. Hansen bleiv skiftur út, tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Helsingør fekk sítt fyrra mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki, og teir fingu sítt seinna mál í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í seinna hálvleiki. Fremad Amager kastaði alt fram ta seinastu løtuna fyri at javna, og tað eydnaðist Helsingør at revsa Fremad Amager í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Sigast má, at fyrra málið hjá Helsingør var framúr vakurt, sum upptøkurnar eisini vísa. 

 

Fremad Amager hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Komandi sunnudag klokkan 12.45 verður føroyingauppgerð millum Fremad Amager og Vendsyssel FF á leikvøllinum í Sundby á Amager.