Nú hava ikki so fáir føroyskir sangarar roynt seg í donsku, íslendsku og svensku Eurovision kappingini, og enn hava vit til góðar, at ein føroyingur vinnur seg til evropeisku Eurovision kappingina.
Kristel Lisberg gjørdi sítt ítarsta í donsku finaluni í kvøld við sanginum "Who needs a heart", men tað var ikki nóg mikið til at sannføra donsku dómararnar.
Rættiliga óvæntað gjørdist tað bólkurin "Lighthouse X", sum fór við sigrinum. Tað høvdu veddingarfyritøkurnar als ikki væntað, og tey sum hava sett pening á Lighthouse X hava vunnið fitt av peningi í gjárakvøldið.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr framførsluna hjá Kristel Lisberg í kvøld.
Tað er rásin hjá "Melodi Grand Prix", sum hevur lagt brotið út á YouTube.