So nú ætli eg mær at fara á kamarið hjá mær á hotellinum og skriva til hinar limirnar í bólkinum, at vit hava vunnið á stjørnunum. Sovorið SMS-boð hava teir ikki fingið áður, og eg vænti, teir enntá fara at goyma boðið á savninum á telefonini, segði ein glaður Simon Kwamm, sum vegna Nephew tók í móti virðislønini á Planet Awards sum »Besti útlendski bólkur«.
Simon Kwamm heldur tað vera frálíkt at vera her í Føroyum. Hann hevur ikki verið her so ofta áður tá hann var átta ára gamal og so í summar, tá Nephew spældu á G! Festivalinum:
- Tað hevur ógvuliga nógv at siga fyri meg at vera her. Eg havi jú familju her og kenni meg bundnan til landið. Tá eg stígi úr flogfarinum í Vágum og síggi umhvørvið, komi eg í eitt heilt ótrúligt gear, ið ikki kann sigast frá. Eg elski vøkru náttúruna, ið veruliga rørir mínar innastu kenslur. Og so eri eg sjálvandi eisini góður við fólkini, ið búgva her.
Erpin av virðislønini
Nephew sangarin gleðist um høvið at vera við á Planet Awards, har hann júst hevur fingið handað virðislønina fyri besta útlendska bólkin, ið hann er sera erpin av:
- Eg haldi tað vera ógvuliga stuttligt at fáa henda heiðurin serliga eri eg erpin av at hava vunnið á Madonnu, James og Green Day.
Hetta tiltakið er væl fyriskipað og tykist á ein hátt at vera bæði rættiliga professionelt, men tó familjukent í einum. Hýrurin er góður og vit hugna okkum øll.
Vinmaður við 200
Simon Kwamm sigur seg ikki kenna so væl føroysku tónleikararnar, ið spæla á Planet Award, men tó er hann longu serliga bergtikin av bólkinum 200:
- Mær dámar rættiliga væl teirra tónleik og orku. Somuleiðis havi eg stóra virðing fyri boðskapinum, ið verður boðaður í tónleikinum hjá 200. Haldi tað er feitt, at teir fara út, har tey flestu ikki tora avrokna politikkin og eru á ein hátt málgagn fyri eitt ættarlið, ið er fyrilagst av at hoyra sjónarmiðini hjá teimum gomlu. Eisini virði eg vinalagið millum teir og meg og havi eisini givið fleiri av vinum mínum í Danmark fløguna hjá teimum.
Ikki neyðugt at tráa eftir altjóða møguleikum
Simon Kwamm heldur, at fleiri føroyskir tónleikabólkar avgjørt eru førir fyri at koma út um landoddarnar at spæla, men heldur tað tó vera sera harmiligt, at føroyingar flest leggja so stóran dent á at sleppa út í heim at spæla tónleik:
- Míni ráð eru heldur at royna at varveita føroyska dámin so inniligan, sum til ber. Tí um vit einans royna at sleppa út um landoddarnar, missir tónleikurin eitt sindur av virði. Um eg t.d. hugsi um tónleikabólk okkara, Nephew, so hava vit roynt at týtt nakrar av okkara songum til enskt, og mín sannroynd av hesum er, at teir rætt og slætt ikki eru eins góðir og teir donsku. Men hyggja vit á hinari síðuni eftir t.d. Teiti, megnar hann framúr væl at syngja sangir sínar á enskum. So tað er tó einki, ið forðar okkum at koma út í verðina. Men hví ikki heldur bara vera har, vit hoyra heima og gera onkran kulan tónleik í umhvørvinum, sum vit eru í? Tað er jú sjálvsagt hetta, vit eru best før fyri.
Simon Kwamm greiðir frá, at jú meira vit royna at ljóða sum onkur annar, jú verri verður góðskan:
- Kim Larsen hevur einaferð sagt, at vit skriva bestu tekstirnar á tí málinum, vit droyma á. Og hetta eri eg samdur í.
Nýggj fløga ávegis
Í Nephew hava teir í løtuni ætlanir um at geva eina nýggja fløgu út. Árið, ið júst er farið, hevur verið ógvuliga friðarligt hjá Nephew, bólkurin hevur einans spælt fýra konsertir, ein av hesum var altso á G!:
- Vit høvdu brúk fyri at taka okkum av løttum. Av hesum friðarliga tíðarskeiðnum hava fingið nýggjan íblástur til at skriva nýggjar sangir.
Ætlanin er, at nýggja fløgan hjá Nephew kemur á marknaðin í heyst. Og tá fløgan er komin út, hevur Nephew í hyggju at fara á konsertferð í Danmark, umframt eina rundferð í norðanlondunum:
- Vit ætla avgjørt at koma aftur til Føroya at spæla, og hetta verður væntandi á vári 2007.
Vit takkaðu Simon Kwamm fyri prátið, og lótu hann fara aftur til vinir sínar: Jesper Binzer og dreingirnar úr bólkinum 200.










