Teir høvdu roynt vestan fyri Skotland og høvdu fiskað umleið 200 tons, sum teir landaðu til Havsbrún. Fyri einari góðari viku síðani var Atlantsfarið eisini á Fuglafirði. Tá høvdu teir 330 tons av sild. Atlantsfarið hevur nú fiskað sína sildakvotu, skrivar joanisnielsen.fo, og ætlanin er nú at fara í Norðsjógvin. Men fyrst verður skipið liggjandi á Miðvági, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt.










