Kvotagjøld orsøk til neiligu gongd

- Í stuttum kann sigast, at neiliga gongdin við eini hálvering av yvirskotinum er orsaka av kvotagjøldum.


Tað er metingin hjá Hanus Hansen, stjóra í J.F.K. samtakinum, í lesarabrævi sent fjølmiðlunum í samband við roknskapin hjá samtakinum fyri 2017.


Roknskapurin vísir, at samtakið hevði eitt samlað rakstrarúrslit á 25 milliónir krónur eftir skatt, men víst verður samstundis á, at talan er um eina afturgongd á 23 milliónir krónur frá undanfarna ári, tá úrslitið var 48 milliónir krónur. Tilfeingis- og uppboðssølugjøld eru orsøkin til afturgongdina, vísir stjórin á.


- Høvuðsorsøkin til afturgongdina eru tilfeingis- og uppboðssølugjøld, sum vóru tilsamans 85 mió. kr. í mun til 50 mió. kr. Í 2016.


Stjórin í samtakinum dylur heldur ikki fyri, at hann er stúrin fyri framtíðar úrslitinum hjá samtakinum, nú nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt.


- Við teimum útlitum, sum eru við núverandi fiskivinnulóggávu - at veiðugjald skal rindast fyri tann partin av fiskinum, sum ikki fer á uppboðssølu - eru útlitini enn verri fyri 2018 og frameftir, skrivar Hanus Hansen.


Til ber at lesa alt lesarabrævi hjá Hanusi Hansen við at trýsta á her.