Kvitova vann Wimbledon

Undan kvinnufinaluni í Wimbledon-tenniskappingini í London seinnapartin væntaðu tey flestu, at russiska Maria Sharapova fór at vinna á kekkisku Petra Kvitova. Men so varð ikki. Longu í fyrsta setti setti tann 21 ára gamla Kvitova ta 24 ára gomlu Sharapova upp á pláss.

 

Fyrsta settið endaði 6-3 til Kvitova. Í øðrum setti gekk lítið betur hjá tí russiska favorittinum, og endin varð, at Kvitova vann 6-4 og sostatt finaluna.

 

Hetta var fyrstu ferð, at Petra Kvitova var í einari Grand Slam-finalu, meðan Maria Sharapova hevur vunnið tríggjar finalur fyrr - Australian Open, Wimbledon og US Open.

 

Mansfinalan verður í morgin millum Rafael Nadal úr Spania og Novak Djukovic úr Serbia.