Bergtóra Høgnadóttir
-------
Kveikjandi og hugaligt at hoyra næmingar úr framhaldsdeildunum kring landið leggja uppskot fram og gera viðmerkingar – nú ungdómsting er í Løgtinginum.
Okkum tørvar tey ungu á tingi. Nógvir føroyingar siga seg hava mist áhugan fyri politikki. Ein orsøk er, at tey ikki kenna seg aftur ella kenna seg umboða á tingi.
Tingið ein endurspeglan av fólkinum
Um tingið skal endurspegla samfelagið er tørvur á ungum politikarum – menn og kvinnur undir 30 ár. Ivist ikki í, at málini sum vórðu løgd fram, fyrispurningar og kjakið, tá var fjølbroyttari. Vóni, at nøkur teirra sum júst nú luttaka á ungdómstingi verða valevni, tá tey fáa valbæri um fá ár.
Megakuuul
Tosaði við nøkur teirra í dag. Spurdi, hvat teimum dámdi at vera politikarar. “Megakuul!” svaraði ein ung skilagóð genta.
Um hetta er ein háttur at geva teim ungu áræði og áhuga fyri politikki er nógv vunnið. Bæði gentur og dreingir vóru skilagóð at hoyra. Má leggja afturat, at tað frøddi meg almikið at síggja genturnar vóru so vælumboðaðar.
Demokratiu kvinnuting
Vit vita øll, at játtanin til Demokratiu bleiv skerd við fleiri 100.000 kr í fíggjarlógini í ár. Kanska vit politikarar kundu bøtt eitt sindur um hesa dáragerð, við at bjóða Demokratiu at skipa fyri einum kvinnutingi a la ungdómstingi? Á hendan hátt fingu kvinnur úr øllum flokkum, í øllum aldri og úr øllum landinum høvi at vera tingkvinnur og varpa ljós á júst tey mál, sum tær halda vera týdningarmikil. Eg eri við upp á tað.