Kvinnurnar vunnu hálvfinaluna í 4 x 400 metrar renning

Oyggjaleikir: Føroyar hava í ár sum nakað heilt nýtt eina stafett við í frælsum ítrótti hjá kvinnum, og júst nú hava tær vunnið sína hálvfinalu í stórum stíli og harvið tryggjað sær pláss í finaluni

Dagurin í dag er sum nevnt her á in.fo fyrr í dag søguligur hjá frælsum ítrótti í Føroyum, og fyri løtu síðani bleiv meiri søga skrivað, tá ið fýra kvinnur runnu seg í finaluna og settu nýtt føroyskt met.

 

Tí júst nú hava tær báðar hálvfinalurnar hjá kvinnunum í 4 ferðir 400 metrar verið á skránni. Føroyar vóru við í seinnu hálvfinaluni, og tær fýra Elisabeth Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit W. Fríðmundsdóttir og Rebekka Fuglø vunnu hálvfinaluna við eini 15 - 20 metrum aftur til nummar tvey. Tíðin var 4.06.56, og tað er næstan 10 sekund skjótari enn gamla føroyska metið frá 2014.

 

So tað verður spennandi at fylgja føroysku rennarunum í finaluni, sum verður seinnapartin fríggjadagin.