Tað var serliga kvinnurnar, sum vóru við til at tryggja Helle Thorning-Schmidt embætið sum danskur forsætisráðharri sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð, men ein nýggj meiningakanning bendir á, at kvinnurnar eru farnar at venda henni bakið og taka undir við andstøðuni ístaðin fyri.
Kanningin, sum er gjørd fyri Altinget.dk, vísir, at 51 prosent av kvinnunum høvdu atkvøtt fyri einum av teimum borgarligu flokkunum, um fólkatingsval hevði verið nú. Tað er sambært teimum sakkønu hugvekjandi, tí vanliga plaga tær flestu donsku kvinnurnar at atkvøða fyri einum av teimum reyðu flokkunum.
Sambært valgranskarunum er tað bara hent eina ferð fyrr, at tær flestu kvinnurnar hava valt borgarligt. Tað var í 2001, tá Anders Fogh Rasmussen basti Poul Nyrup Rasmussen.










