Í Gundadali spæla B36 og KÍ. Hesin dystur byrjar kl. 20. Sigast má, at KÍ hevur betru kortini í hondini nú tær koma suður, tí fyrra dystin vunnu tær 4-0. Við øðrum orðum skal tað vilja rættiliga illa til, um tær ikki megna at spæla seg í finaluna.
Hin hálvfinalan verður í Gøtu har GÍ og AB spæla. Tann dysturin byrjar kl. 19. Fyrri dysturin endaði við teprum 4-3 sigri til AB, men nú GÍ hevur heimavøll tykist einki at vera avgjørt.