Kravið undan dystinum var heilt einfalt, at Føroyar skuldu vinna, samstundis sum Malta ikki tapti, tí so komu Føroyar víðari sum bólkavinnari. Malta kláraði sítt við 1-1 javnleiki ímóti Armenia, meðan føroysku kvinnurnar í evstu løtu taptu fyri Georgia.
Tað var eitt brotsspark langt inn í yvirtíðina, ið elvdi til tapið. Kortini kundi tað fyri so vítt gera tað sama, um tað gjørdist tap ella javnleikur, tí tað einasta, ið taldi, var ein sigur.
Av tí at Armenia samstundis fekk javnt, verður tað Armenia, ið fer víðari í EM-undankappingina sum bólkavinnari við fimm stigum. Malta er næstfremst við fýra stigum, meðan Georgia og Føroyar fingu trý stig. Føroyar endaðu enntá aftast av tapinum í síðsta dystinum.
– Vit skuldu heilt greitt havt vunnið henda dystin, tí vit stýrdu honum frá byrjan til enda. Longu í fyrsta minutti høvdu vit skot á stongina, og annars høvdu vit ivaleyst av kjansum, men tíverri vóru okkara spælarar ikki nóg kaldir, samstundis sum georgiski málverjin spældi væl, staðfestir landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, ið harmast endaliga úrslitið av kappingini.
– Hetta er øgiliga skuffandi, tí vit hava havt allar kjansir til at gjørt tað betri. Samanumtikið hava vit spælt væl, serliga teir báðar seinnu dystirnar, men allíkavæl enda vit aftast, tí vit ikki hava dugað nóg væl at fingið mál burtur úr okkara mongu kjansum og royndum í øllum trimum dystunum.
Fótbóltskvinnurnar eru í dag á veg heimaftur, og ferðin er sera drúgv, tí hon byrjaði á Malta klokkan trý korter til fýra í nátt og tær lenda ikki í Vágum fyrr enn klokkan hálvgumníggju í kvøld.
- - -
Føroyar - Georga 0-1 (0-0)
Ta’Qali, Malta, týsdagin 8. mars 2011 kl. 13.00
0-1: Lela Chichinadze, 95. (br.)
Føroyar: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára Skaale Klakstein, Ragna Patawary, Sigrið Jacobsen (Margit Magnusdóttir, 92.) – Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Fríðrún Danielsen, Rannvá Andreasen (Rakul Magnussen, 87.) – Olga Kristina Hansen – Mona Breckmann
Á bonkinum: Bjarta O. Johansen, Anja Weyhe, Sólja T. Eiðisgarð, Rakul M. Johannesen, Ansy Sevdal
Gult kort: Heidi Sevdal, 48.
Venjari: Álvur Hansen
Dómari: Lilach Asulin (Ísrael)
Linjudómarar: Tzvia Malca (Ísrael) & Duncan Sultana (Malta)
Fjórðidómari: Esther Azzopardi (Malta)