Javnstøðunevndin hevur aftur latið úr hondum eina ársfrágreiðing, og eins og væntast kundi, fær nevndin ikki enn staðfest, at komið er á mál í javnstøðumálum. Eitt nú mátti Javnstøðunevndin í 2010 draga ein almennan arbeiðsgevara í rættin vegna ein pápa, sum ikki fekk løn, meðan hann var í barsilsfarloyvi. Rætturin gjørdi greitt, at arbeiðsgevarin hevði brotið javnstøðulógina. Javnstøðunevndin staðfestir, at dómurin kom óvart á tey mongu, sum høvdu spátt, at hetta málið fór nevndin at tapa, men spádómarnir vóru skeivir, og við dóminum eru umstøðurnar hjá monnum í barsilsfarloyvi vorðnar munandi betri. »Soleiðis ber til at førka vanabundnar samfelagsskipanir, so tær gerast rúmligari fyri bæði kynini,« skrivar forkvinnan í Javnstøðunevndini í ársfrágreiðingini um rættarmálið, sum nevndin vann í 2010.
Gongur spakuliga framá
At flyta fólk úr vanahugsan er ein tann størsta uppgávan og avbjóðingin hjá Javnstøðunevndini. Um okkurt altíð hevur verið so, sum tað framvegis er, kemur fáum til hugs at broyta mannagongdir og hugsunarhættir. Í eitt nú fiskivinnuni hava menn altíð rátt fyri borgum, og púra natúrligt er tí, at tá nevndir og ráð, ið fáast við fiskivinnu, verða mannað, skulu menn sita í hesum ráðunum og nevndunum. Ella er tað? Javnstøðunevndin hevur ført eitt áhaldandi stríð at minna myndugleikarnar á, at javnstøða skal havast í huga, tá fólk verða vald í nevndir og ráð, tí ger tað almenna, sum tað altíð hevur gjørt, og velur bara menn í álitisstørv, koma førleikarnir hjá mongum dugnaligum kvinnum ikki samfelagnum til góðar. Og at útihýsa tær er at meta sum kynslig diskriminering.
Sambært grein 8 í javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum og ráðum vera javnt, og Javnstøðunevndin hevur skyldu at fylgja við, um hendan áseting verður hildin. Nevndin hevur skrásett tøl um hetta aftur til 2000, tá kannað varð fyrstu ferð, hvussu stendur til við kynsbýtinum í almennum nevndum og ráðum. Kanningar vórðu eisini gjørdar í 2007 og aftur í 2010. Javnstøðunevndin staðfestir, at tað gongur rætta vegin á økinum, tí kynsbýtið er vorðið javnari, men komið er ikki á mál. Yvirlitið hjá nevndini vísir, at av øllum teimum, sum sótu í nevndum og ráðum hjá tí almenna, vóru 62 prosent menn og 38 prosent kvinnur. Javnstøða er í teimum nevndum og ráðum, sum hoyra undir Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Fíggjarmálaráðið. Men ongin javnstøða er í Fiskimálaráðnum og Vinnumálaráðnum.
Í mansdomineraða Fiskimálaráðnum eru heili 93 prosent av nevndarlimunum menn og bara 7 prosent kvinnur. Í Vinnumálaráðnum, sum varðar av javnstøðuni í Føroyum, eru 68 prosent av nevndarlimunum menn og 32 prosent kvinnur. Í Mentamálaráðnum eru 58 prosent menn og 42 prosent kvinnur, so har er næstan javnstøða. Um javnstøða nakrantíð verður í nevndum og ráðum undir Fiskimálaráðnum, man vera ivasamt, tí undantøk verða viðhvørt latin at víkja frá meginregluni í lógini. Eitt tílíkt undantak varð latið í 2010 í sambandi við, at Fiskidaganevndin varð sett. Javnstøðunevndin heitti tó á Fiskimálaráðið um at hava javnstøðulógina í huga í sambandi við val av formanni, varaformanni og skrivara, so kvinnulig umboðan kundi tryggjast í nevndini. Men hesi áheitan fylgdi Fiskimálaráðið ikki.
Skapa betri umstøður
Avbjóðingar eru sostatt framvegis, hvat kynsbýtinum í nevndum og ráðum hjá tí almenna viðvíkur, men hesar avbjóðingarnar eru langt frá tær størstu, tá tað snýr seg um at fáa kvinnur at støðast í Føroyum. Seinastu mongu áratíggjuni eru kvinnurnar fækkaðar nógv í Føroyum samanborið við menninar, og í dag eru tær 2.000 færri enn menninir. Heldur gongdin fram, verður tað ein umfatandi samfelagstrupulleiki, tí við fáum kvinnum verða alsamt færri børn fødd, og so kunnu Føroyar enda í klassiska trupulleikanum, sum hevur verið fleiri útjaðarasamfeløgum at bana. Tær bløða út, bæði tí fólk flyta burtur, og tí ov fá eru eftir at skapa eitt nøktandi burðaravlop. Kristianna Winther Poulsen hevur sum forkvinna í Javnstøðunevndini áhaldandi víst á hendan trupulleikan, og hon ger tað framvegis.
– Tað er áhugavert at eygleiða, at kvinnur so líðandi eru seyraðar úr samfelagnum seinastu 80 árini. So skjótt tær fingu møguleikan og ein ferðaseðil, fóru tær, meðan menninir, sum allir hava siglt og verið mobilir, valdu at koma aftur. Øll útjaðarasamfeløg hava tann trupulleikan, at ov fáar kvinnur støðast í teimum. Tær venda bygdini bakið og flyta hagar, sum teir spennandi møguleikarnir eru. Í sanginum »Gentukæti« verður yrkt um, at genturnar fara til Havnar, tí har er meira spennandi enn á bygd, men tíverri tykist gongdin at vera, at í Føroyum sum heild er ikki nóg spennandi hjá mongum kvinnum at vera, og tí fara tær uttanlands. Avleiðingin kann gerast, at fólkatalið stagnerar og síðan minkar. Hetta mugu vit gera nakað við, og ein máti er at fjøltátta vinnulívið, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Í hesum sambandi nevnir hon, at føroyskar kvinnur hava viðføddar gávur at virka t.d. ull. Nógv spennandi hendir á tí økinum nú, og nógvar gávuríkar kvinnur vísa, hvussu væl tær duga á hesum økinum. Her eru ótroyttir møguleikar, heldur hon, og avbjóðingin er at skapa eina veruliga vinnu burtur úr hesum arbeiði, sum kann gerast eitt íkast í búskapin, og sum kann geva øllum einstaklingunum, ið longu eru virknir, umstøður og orku at halda fram. Kristianna Winther Poulsen vísir á, at í øðrum útjaðarasamfeløgum hevur dentur verið lagdur á at fáa á føtur spennandi útbúgvingarstovnar. Summastaðni hevur hetta eydnast væl, og aðrastaðni hevur tað ikki eydnast. Men hvussu hevði verið at skipað eina masterútbúgving í sniðgeving í Føroyum, sum serliga legði dent á at virka og virðisøkja ull, spyr hon.
– Vit hava heilt vist neyðuga tilfeingið, og vit hava eisini neyðugu vitanina. Okkara dugnaligu sniðgevar kundu undirvíst ungum lesandi úr øllum heiminum, og okkara dugnaligu heimavirkiskvinnur kundu undirvíst teimum í, hvussu ullin verður virkað. Hetta kundi sett nógv í gongd. Á okkara døgum búgva fyri fyrstu ferð nakrantíð í heimssøguni fleiri menniskju í býum enn bygdum, so stríðið um íbúgvarnar í Føroyum er veruliga strævið, men fráflytingin steðgar ikki við at ignorera hana. Og hvør sigur, at kvinnurnar, sum skulu búgva í Føroyum, skulu hava føroyskar ílegur? Vit eiga at taka væl ímóti útlendskum kvinnum, sum flyta til Føroya, og geva teimum góð kor. Tað løgna er tó, at vit hoyra ikki um nakað politiskt átak, sum hevur til endamáls at venda gongdini. Tað skilji eg ikki, men tað sigur nakað um, hvussu politiska skipanin hugsar, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Javna umboðan
Í ársfrágreiðingini hjá Javnstøðunevndini staðfestir hon, at í sambandi við stríðið fyri javnstøðu er neyðugt at gera upp við vanabundnan hugsunarhátt, tí hann forðar fyri, at bæði kyn kunnu fullnýta síni evnir í samfelagnum. Í hesum sambandi kann vanabundin hugsunarháttur eitt nú vera, at næstan bara menn verða valdir í nevndir undir Fiskimálaráðnum, men tað kann eisini vera hugsanin um, at í Føroyum skulu maður og kona liva saman við fleiri børnum í einum stórum húsi. Við tílíkum bústaðarmynstri ber til at klára seg, um bæði í húsinum hava arbeiði, og húsalánið ikki er alt ov stórt. Men øll liva ikki sum maður og kona í einum stórum húsi, kanska tí summi skiljast, kanska tí lívið gekk ikki, sum ætlanin var, ella kanska tí tey hava ikki hug til tess. Livir tú sum stakur, hevur tú tí fíggjarligar avbjóðingar, sum kunnu vera sera truplar at vinna á.
– Kvinnur, sum liva í parlagi, har inntøkurnar eru nóg stórar, klára seg sum oftast væl. Men eitt húsarhald við einari inntøkur, t.d. ein støk mamma við børnum, hevur sera trupult við at klára seg. Stakar mammur hava í dag ongan livandi møguleika at festa búgv nærhendis miðstaðarøkinum. Neyðugt er tí at gera bústaðarmarknaðin meira fjølbroyttan. Hetta snýr seg aftur um at gera upp við vanabundna hugsan, og ein máti at gera tað er at fáa javnari umboðan í politikkin. Á tann hátt verður ávirkanin á, hvussu samfelagskarmarnir verða skipaðir, meira umboðandi fyri øll. Tá vit tosa um javna politiska umboðan, haldi eg, at fólk úr øllum landinum og bæði kvinnur og menn skulu vera umboðað á tingi, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Í frágreiðingini »Kvinnur og vælferð í Útnorðri« frá 2010, sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur givið út, verða allar tílíkar avbjóðingar hjá kvinnum í Norðuratlantshavi viðgjørdar. Staðfest verður, at fráflyting er ein trupulleiki, og um trupulleikarnar hjá føroyskum kvinnum verður sagt, at tær ofta ikki fáa tað, sum tær vænta at fáa í eini almennari vælferðarskipan. Kvinnurnar eru sambært kanningini sera bundnar at ættarbandi og parlagi og verða í føroyska vælferðarsamfelagnum mettar sum familjulimir og ikki einstaklingar. Hetta kemur týðiligast til sjóndar hjá kvinnum, sum eru einsamallar við børnum. Tær mugu dúva upp á fíggjarligan stuðul frá familjuni.
Eisini verður stafest, at føroyskar kvinnur eru í afturvendandi tvístøðu. Tær eru sera tilvitaðar um, hvørjar møguleikar og rættindi tær hava á vælferðarøkinum í Danmark, sum tær fyri tað mesta fata sum betri enn tað føroyska. Hinvegin er sambandið við familju og vinir sera tætt í Føroyum, og í Føroyum halda kvinnurnar tað vera trygt hjá børnunum at vaksa upp. Eisini vísir kanningin, at millum tær føroysku kvinnurnar fer ein stórur partur av stríðnum fyri javnrættindum fram heima við hús. So avbjóðingin sum heild er ríkiliga stór. Javnstøðunevndin stríðist almenna stríðið. Kvinnur í politikki stríðast stríðið í politikkinum. Og nógvar stríðast eftir øllum at døma eisini heima – við vanahugsan.