Fram til november í ár eru goldnar 127 milliónir kr. meira í lønum í mun til sama tíðarskeið í 2007, hetta svarar til ein vøkstur uppá 2%. Lønargjaldingar býttar á høvuðsvinnur, vísir at í fiskivinnu og aðrari ráevnisvinnu er afturgongdin higartil í ár 14,3%. Hinvegin er framgongdin í øðrum vinnum millum 4,4 og 7,2%.
Afturgongdin rakar serliga mannfólkayrkini.
Higartil í ár hava kvinnurnar fingið 142 mió. kr. meira útgoldið í lønum í mun til í sama tíðarskeið í 2007. Mennirnir harafturímóti hava fingið 15 mió. kr. minni útgoldið.
Orsøkin til at lønarútgjaldingarnar hjá monnunum er minni, er at fiski- og byggivinna eru mannfólkayrki. Í fiskivinnuni er munandi minni útgoldið í lønum í ár og í byggivinnuni er vøksturin ikki eins stórur sum í tænastuvinnuni og hjá tí almenna, skrivar Hagstovan.