Kvinnurnar koma fyrr á Setrið

Kvinnurnar eru yngri enn menninir, tá ið tær søkja inn.

Menninir eru eldri, tá ið teir søkja inn á Fróðskaparsetrið, sambært hagtølum úr Fróðskaparsetrinum.

 

Miðalaldurin fyri teir 353 umsøkjararnir var 26,8 ár, harav menninir vóru um 27,3 ár í miðal, meðan kvinnurnar vóru 26,6 ár í miðal.

 

Tað er serliga tey, ið hava søkt inn á hjánám í bæði støddfrøði og føroyskum, umframt umsøkjarar til politikk og umsiting, ið draga miðalaldurin uppeftir. Miðalaldurin fyri umsøkjarar til hjánám í føroyskum var 32,2 ár, til politikk og umsiting var hann 31,1 ár og umsøkjararnir til hjánám í støddfrøði vóru í miðal 31 ára gamlir.

 

Í hinum endanum, eru teir yngstu umsøkjararnir at finna innan orkulesnaðin. Umsøkjararnir til bachelorútbúgvingarnar í orkuverkfrøði vóru 24 ár í miðal, meðan tey, sum søktu inn á orkuvísindi og støddfrøði vóru 21,9 ár í miðal.