Kvinnurnar fingu onga medalju

Oyggjaleikir: Eftir bronsuna í liðkappingini hjá fimleikakvinnunum sunnudagin, var kanska ein lítil vón um, at okkurt heiðursmerki kundi fara at koma burturúr í dag, nú liðkappingin var á skránni. Men so varð ikki.

– Tær vóru øgiliga nær, men tað rakk bara akkurát ikki til heiðursmerki. Gekk tað væl, kundu vit kanska fingið eitt ella tvey, men nú hava tær sett í seg, at hósdagin skal tað vera.

Tað sigur ferðaleiðarin hjá fimleikarunum, Rósing Dam, sum í kvøld sá Anitu S. Davidsen, Katrina S. Wardum, Biritu Poulsen, Eydnu E. Danielsen og Fríðhild R. Norðgerð kappast í fýra íðkanum.

Á lopi yvir hest var Eydna bara 0,1 stig frá bronsuni, og á bita var Katrin bara var 0,2 ella 0,3 stig frá bronsuni. Tær vóru eisini væl við á gólvinum og í forskotnu barruni, men uttan at koma heilt so nær.

– Tá avtornaði, fór Isle of Man avstað við tí allarmesta, og so fingu Jersey og Bermuda okkurt heiðursmerki her og har, sigur Rósing.

Hann ætlar at lata fimleikahópin brúka frídagin í morgin til okkurt, sum kann fáa tankarnar burtur frá kappingini í dag, so kvinnurnar skjótt koma víðari og eru klárar aftur til bundnu kappingina hósdagin.