Kvinnurnar eiga vøksturin

Talið á løntakarum í Føroyum er støðugt vaksið seinastu fýra árini sæst á nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni.

 

Í oktobur í fjør vóru 26.259 løntakarar í Føroyum.

 

Av teimum 26.259 løntakarunum í oktobur vóru 13.624 menn og 12.635 kvinnur. Tað er 13 menn fleiri enn í septembur, men 3 kvinnur færri.

 

Í mun til oktobur í fjør er tað 465 fleiri mannligir løntakarar og 288 fleiri kvinnuligir løntakarar. 

 

Hyggja vit aftur í tíðina sæst, at tað ongantíð áður eru skrásettir so nógvir løntakarar í Føroyum í oktobur mánað. Hagtølini fyri løntakarar ganga aftur til januar 1985.

 

Einans fýra ferðir eru fleiri løntakarar skrásettir. Tað er í juli og august í ár, tá ávikavist 26.728 og 26.556 løntakarar vóru og í juli 2007 og 2008, tá 26.334 og 26.336 løntakarar vóru skrásettir.

 

Her er greitt, at tað eru kvinnurnar, sum lyfta talið søguliga høgt. Heili 63 ferðir eru fleiri mannligir løntakarar skrásettir. Hægsta talið var í juli og august 1989, tá heili 14.293 mannligir løntakarar vóru. 17 ferðir hava tað verið yvir 14.000 mannligir løntakarar, 16 av teimum ferðunum vóru frá apríl til desembur í 1988 og apríl til oktobur 1989. 14. ferðin var í juli 2007.

 

Einans tríggjar ferðir hevur Hagstovan skrásett fleiri kvinnuligar løntakarar. Tað er teir tríggjar undanfarnu mánaðirnar, juli, august og septembur, tá tað vóru 12.810, 12.769 og 12.638 kvinnuligir løntakarar.

 

Lægsta skrásetta talið av kvinnuligum løntakarum var fyrstu ferð, tað bleiv skrásett, í januar 1985. Tá vóru 7.382 skrásettir kvinnuligir løntakarar. Lægsta skrásetta talið av mannligum løntakarum er í februar 1994, tá 9.326 løntakarar vóru skrásettir.