- Tað er heilt klárt, at tað er her, slagið skal standa.
Katrin Kallsberg, forkvinna í javnstøðunevndini, legði á ein heldur óvanligan bógv, tá ið Kvinnufelagið í Havn helt altjóða kvinnudag í Miðlahúsinum fríggjakvøldið 8. mars.
- Skulu vit hava javnrætt ímillum kynini, og javnrætt í samfelagnum, er tað eisini neyðugt at hava javnrætt fyri menn, segði hon.
Hon helt, at tað kundi kanska tykjast undarligt, at hon stóð her, á altjóða kvinnudegnum, og tosaði so inniliga fyri rættindum hjá monnum.
Men hon helt samstundis, at tað neyðugt, at eisini onkur berjist fyri javnstøðu fyri menninar.
- Og fyri mær at síggja gera teir púra einki sjálvir fyri at vinna síni rættindi á javnstøðuøkinum, legði hon afturat.
Tað, sum hon sipaði til, er at vit eiga at áseta eina pápakvotu í sambandi við barnsburðarfarloyvi, so at ein partur av barnsburðarfarloyvi hjá nýklaktum foreldrum, verður markað til pápan.
Hon heldur, at tað er ein týðandi mál fyri javnstøðu ímillum kynini og fyri javnstøðu í samfelagnum.
Og tað er nettupp endamálið við javnstøðulógini, at beina burtur allan ójavna ímillum kynini.
So í grundini er javnstøðulógin líka nógv til fyri mannfólk, sum fyri konufólk.
Sostatt tekur hon undir við at pápakvota verður ásett, nú Johan Dahl sigur, at barsilsskipanin skal endurskoðast, soleiðis sum nevnt er aðrastaðni í blaðnum.
- Tað er so sjálvsagt, sigur hon.
Annars heldur hon, at javnstøða ikki bara skal fevna um vanligar nevndir og vanligráð hjá tí almenna.
Javnstøða skal eisini fevna um vinnuligar nevndir og vinnulig ráð hjá tí almenna.