ÓLAVUR Í BEITI
Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur sett Finnboga Arge fyrispurning viðvíkjandi barnsburðargrunninum, og vil Lisbeth L. Petersen hava at vita, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar til barnsburðargrunnin? Og nær kann væntast, at hann verður settur á stovn? Og um landsstýrismaðurin hevur eina ætlan um, hvussu sami grunnur skal fíggjast?
Í viðmerkingunum til hesar tríggjar spurningarnar, sigur Lisbeth L. Petersen, at síðani seinasta løgtingsval hevur javnan verið frammi í fjølmiðlunum, at barnsburðargrunnur skuldi setast á stovn. Í valstríðnum var barnsburðargrunnurin eitt av evnunum, sum so gott sum allir flokkar høvdu á skránni.
? Í fjølmiðlunum seinasta heyst hevur landsstýrismaðurin nevnt, at barnsburðargrunnurin helst skuldi fara at virka frá 1. apríl í ár 2000. Eisini hevur verið nevnt, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at arbeiða við sama spurningi.
Tørvandi javnstøða
? Viðvíkjandi teim alment løntu er nú ein skipan galdandi, tá avtala er gjørd um spurningin við sáttmála, sum tryggjar kvinnuni fulla løn, tá hon fer í barnsburðarfarloyvi, men á privata arbeiðsmarknaðinum er støðan ikki hin sama. Í mongum føri er tað arbeiðsgevarin, sum ger av, hvussu málið um barsilsfarloyvi verður umsitið. Fíggjarliga orkan hjá arbeiðsgevara kann vera avgerandi fyri, hvørjar sømdir kvinnan, sum verður við barn, fær. Hetta sást og eru dømi um, tá kreppan í nítiárunum leikaði harðast á, og kvinnurnar á arbeiðsmarknaðinum vórðu mettar sum ein fíggjarlig byrða fyri summi. Hetta er órímilig og óvirðilig støða og samstundis eitt dømi um tørvandi javnstøðu.
Lisbeth L. Petersen vísur eisini til ársfundin í Íslandi í juni mánaði, tá 8 rekommandatiónir vóru gjørdar við støði í samtyktunum á ráðstevnuni.
? Tann 18 november vórðu somuleiðis allar rekommandatiónirnar samtyktar í Løgtinginum við 27 atkvøðum fyri og 1 ímóti. Tá varð atkvøtt um allar undir einum, sigur Lisbeth L. Petersen í viðmerkingunum.