Kvinnur vilja avlastast - opna landskassan

Føroyska kvinnan, hvussu er tín arbeiðsbyrða? Kennir tú teg væl tilpassar og effektiva, ella ert tú vónbrotin, tyngd og á markinum til ikki at orka meira?

Enn tann dag í dag hvílur tann størsta arbeiðsbyrðan á herðunum á kvinnunum. Ótrúligt. Ein arbeiðsbyrða, sum fer út um øll mørk. Kvinnur hava alt ov stóra ábyrgd. Tær hava enn høvuðsábyrgdina av børnunum og tí húsliga arbeiðinum samstundis sum tær skulu klára seg á arbeiðsmarknaðinum.

Men út yvir hesa grundleggjandi byrðu frá heima- og arbeiðslívinum, hevur kvinnan eisini eitt persónligt press á sær. Hon skal nevniliga hava eina sterka kvinnuliga persónligheit, men við manligari góðsku. Hon skl t. d. vera følin, umsorgarfull og tó eisini ágrýtin fyri at klára seg. Ofta er hetta ein samnaseting sum er ring hjá kvinnum at finna javnvág í. Tíverri. Men út yvir sín persón, skal kvinnan eisini síggja væl út við nýmótans dressi og »glamros« kroppi. Ein kroppur, sum hon als ikki er skapt til at hava. Ta er bert ein pinkalítil partur av kvinnum, sum hava glamroskropp, og restin strembar eftir at fáa henda vælsignaða kropp, tí tað er tað menn vilja hava.

Menn eru óguliga kritiskir, tá ið tað kemur til kvinnur. Teir krevja beinleiðis, at kvinnu skulu kunna geva teimum persónligan og fakligan »feed-back« við styrki í samstundis við at kvinnur skulu vera tær hjálparleysu, sum teir kunnu stýra og manipulera við. Tá ið maður missur vald yvir kvinnu, tá verður hann heilt elektriskur fyri at fáa valdið aftur. Og hann nýtir øll knep.

Men allarmest kritiskir eru menn, tá ið tað kemur til kvinnukroppin, tí tað er kroppurin menn hava serligan støoran tørv á. Ein maður veit betur enn ein kvinna, hvussu hon sær út, hvar dellirnar/feittið situr, og hvussu hon átti at sæð út. Han er ofta óvitandi um kvinnukroppin. Og vísur kvinnuni beinleiðis, at hon er »dovin« tí hon ikki er so føst og »væltrenað« sum hann er.

Hetta hevur gjørt, at kvinnur eru farnar at trena kroppin sum ongantíð fyrr. Gott hugsa menn kanska. Men tað, sum er minni gott er, at kvinnur eisini eru farnar at svølta seg fyri at royna, at fáa dellurnar burtur, men tó uttan úrslit, tí kellurnar eru ikki til at fáa burt. Tær eru komnar fyri at vera. Kvinnur kunnu svølta seg so nógv-, at tað er skaðiligt og niðurbrótandi fyri tær, sum aftur viðførir at tær missa lívsmegi og síðani eisini lívsgleði. Soleiðis orka kvinnur ikki at liva eitt sunt lív. Tær bukka so spakuliga undur.

Alt hetta sum um ein kvinna er eitt supermenniskja. Ja, ein robottur, sum dansar fyri øðrum við vón um at onkur ein dag vil dansa fyri sær. Men nei, leingi er at bíða.

Føroyskar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum eru troyttar og við at vera útmattaðar. Tær flestu hava láglønt størv, sjálvt um tær hava góðar útbúgvingar, og arbeiða sum oftast undir monnum uttan at hava nakra serliga ávirkan á egna arbeiðspláss og støðu sum heild. Eisini arbeiða tær flestu innanfyri ella við menniskjum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á umsorgan frá teimum.

Kvinnur eru sostatt altíð í eini umsorganarstøðu, t. v. s. bæði yvir fyri børnunum, manninum, foreldrum, starvsfeløgum o. s. v., sum í longdini útmattar kvinnur.

Tað er ein spurnigur um hvussu langan livialdur kvinnur koma at hava í framtíðini, tí nógv bendi rá, at kvinnur ikki orka at vera á arbeiðsmarknaðinum til pensiónsaldur, men noyðast at fara frá áðrenn tíð, og sostatt liva av nógv minni peningi enn ætlanin upprunaliga er. Eisini eru tað fáar kvinnur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur, men noyðast at fara frá fyri tíðina, og sostatt liva av nógv minni peningi enn ætlanin upprunaliga er. Eisini eru tað fáar kvinnur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum eftir epnsiónsaldur. Tær verða uppfataðar sum óbrúkiligar av samfelagnum.

Tann kvinnuligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum, serliga heilsuverkið og tað sosial systemið, eru tvey tung system fyri kvinnur. Kvalitetskrøvini eru vaksin alt ov nógv í mun til hvørjar ressursir kvinnurnar hava. Tað verður bara kravt meira og meira uttan at tað verður givið teimum møguleikar fyri at kunna uppfylla krøvini, t.d við uppnormering, spesialisering, effektiva strukturering o. s. v. Krøvini eru í dag ein tung byrða hjá kvinnum at bera.

Tað er sum um arbeiðsmarknaðurin tømur alla kærleikans orku úr kvinnum, fyri so at kalla tær fyri óeffektivar, bíttar og óbrúkiligar. Ja, alt er brúkligt uttan tør føroysku arbeiðskvinnurnar.

Kvinnurnar hava rópt upp í fleiri ár, men fáa ikki inn í eygað. Alt systemið í Føroyum er ein stór lappaloysn við nógvum smáum lappaloysnum, men eingin loysn er fullkomin og virka í harmoni við hvørja aðra. Systemið fungerar bara als ikki, men kvinnurnar bera byrðarnar.

Kvinnur orka ikki at rópa meira. Lívsmegin er við at verða uppi og kvinnur fella í fátt av maktarloysi. Tað er kanska júst har meiningin er, at kvinnur skulu verða í kjallaranum, so at tær eru lættari hjá monnum og politikarum at hava megi yvir. Eingin veit.

Men nú tá ið kvinnur eru í kjallaranum og ikki verða hoyrdar og møttar av teirra arbeiðsgevarum og politikarum, eru tær farnar at »tera hvørja aðra fyri orku«. Bólkapressið er óvanliga stórt. Og ger, at kvinnur als ikki eru vinarliga yvir fyri hvørjari aðrari. Og soleiðis kunna kvinnur jú ikki hjálpa hvørjari aðrari og hava tí enn størri byrðar á sær.

Tað er kanska eisini meiningin, at kvinnur ikki skulu vera førar fyri at hjálpa hvørjari aðrari, tí tá er vandi fyri, at kvinnur verða ov sterkar. Og hvør maður torir at risikera at missa tamarhaldið á kvinnum. Eingin.

Tað psykiska arbeiðsumhvørvið er ekstremt vánaligt í Føroyum. Tað er so vánaligt, at tað er ótrúligt, at kvinnur enn eru á arbeiðsmarknaðinum og iki liggja »forever« í songini við álvarsomum psykiskum trupulleikum. Men trupulleikarnir liggja og níva kvinnuna.

Men hetta leggja politikarar einki í. Teir bara strika tað psykiska arbeiðsumhvørvi úr arbeiðsumhvørvislógini. Tí trivnaðurin hjá fólki hevur einki virði, bert pengar og makt.

Kvinnur hava ógvuliga stóran tørv á at verða avlastaðar fyri tær tungu byrðar tær bera, bæði heima við hús og á arbeiðsmarknaðinum. Tað er virkuliga tíð uppá, at kvinnur verða hoyrdar og elskaðar, soleiðis at kvinnur ikki missa mótið totalt og leiða Føroyar í kaos.

Politikarar opna tykkara hjørtu og leið fólkið til sukses. Fólkið hevur brúk fyri tí.


Ann Danielsen

(Ann Rós)