Kvinnur sleppa ikki at brúka útbúgvingina

Í Saudiarabia brúka myndugleikarnir nógvar milliardir krónur fyri at hjálpa kvinum at fáa sær eina útbúgving heima ella uttanlands, men tær flestu sleppa ikki at brúka útbúgvingina, tí í tí sera religiøsa landinum eiga kvinnur ikki at arbeiða

Í mai var tann 27 ára gamla Manar Saud liðug at útbúgva seg innan umsiting og leiðslu. Útbúgvingina tók hon á lærda Shenandoah-háskúlanum í Winchester í USA við útbúgvingarstuðuli frá saudiarabisku myndugleikunum. Men seks mánaðir eftir heimkomuna til Riyadh hevur hon framvegis ikki fingið nakað arbeiði.

-Hetta er sera harmiligt, sigur hon út ígjøgnum tað svarta slørið, sum fjalir meginpartin av andliti hennara. Harafturat er hon í tí vanliga abaya-búnanum, sum saudiarabiskar kvinnur ganga í.

-Tú kemur væl fyrireikað heimaftur og ert íðin eftir at sleppa at brúka tað, tú hevur lært, men alla tíðina rennir tú høvdið ímóti einum veggi, sigur Saud við amerikanska blaðið Washington Post.

Hon er ein av teimum ungu saudiarabisku kvinnunum í einum støðugt veksandi ættarliði, sum dettur niður ímillum í samfelagnum: Øðrumegin brúka myndugleikarnir milliardir uppá at útbúgva kvinnurnar, og hinumegin er eitt djúpt religiøst samfelag, sum undir ongum umstøðum vil hava kvinnur á arbeiðsmarknaðin.


Brúka bara helmingin

Hóast Saudiarabia hevur ovurstórt oljuríkidømi, er landið bara nummar 40 á listanum við londum, sum hava ta størstu bruttotjóðarframleiðsluna fyri hvønn íbúgva. Men tað eru eisini mong, sum hava víst á, at tjóðarbúskapurin hevði verið munandi sterkari, um samfelagið eisini brúkti hina helvtina av sinari heilaorku.

-Brúkið meg! Latið meg arbeiða! Hetta kann ikki vera rætt, sigur Saud og ásannar, at tað er ikki bara hon, sum er í hesari støðuni.

-Øll míni vinfólk eru í somu støðu. Hvat bagir her, spyr hon.


Stórt arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið millum saudiarabiskar kvinnur, sum vilja sleppa til arbeiðis, er 34 prosent ella fimm ferðir størri enn ímillum menninar, har tað sambært teimum almennu tølunum er sjey prosent.

Ein rættiliga stóur partur av teimum arbeiðsleysu kvinnunum hava útbúgving frá lærdum háskúla. Av teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í Saudiarabia, eru 86 prosent kvinnur, og 40 prosent av teimum hava útbúgving frá lærdum háskúla. Tveir triðingar av saudiarabiska fólkinum eru yngri enn 30 ár, og teirra millum eru fleiri túsund kvinnur við góðari útbúgving, sum fegnar vilja sleppa út á arbeiðsmarknaðin, og sum eisini royna.

-Tað eru tær, sum eru næstan frá sær sjálvum, tí tær vilja hava arbeiði, men fáa einki, sigur rithøvundurin Samar Fatany við Washington Post. Hon sigur, at Abdullah kongur hevur brúkt nógvar pengar uppá at fáa kvinnur at útbúgva seg og at skapa arbeiðspláss til teirra, og tað hevur gjørt, at nógvar kvinnur vilja hava ein meiri virknan lut í samfelagnum.

-Ungar kvinnur eru ikki so avbyrgdar nú sum fyrr. Tær duga at síggja, at teimum nýtist ikki at gera eftir hvørjum orði, sum teirra fedrar koma við. Nú vendist ikki aftur. Vit eru í ferð við at nútímansgera Saudiarabia, sigur Samar Fatany.


Kongur undangongumaður

Abdullah kongur er undir stórum trýsti fyri at minka tað stóra gloppið ímillum kongsættina, har teir flestu eru eldri ella gamlir menn, og tað unga fólkið, sum vil hava broytingar. Sjálvur hevur hann gingið undan í royndunum at útvega kvinnunum rættindi til útbúgving og arbeiði.

Søguliga sæð hevur Saudiarabia verið aftan fyri hini londini við Persaflógvan, tá tað snýr seg um at útbúgva kvinnurnar. Men tey seinastu tíggju árini hava munandi fleiri gentur og kvinnur lært at lesa og skriva, og sambært Heimsbankanum er analfabetisman nú útruddað millum tey ungu millum 15 og 24 ár.

Fyri tíggju árum síðani vóru 16 lærdir háskúlar í Saudiarabia. Nú eru 33. Teirra millum er heimsins størsti lærdi háskúli fyri kvinnur, Lærdi Priinsessu Nora Bin Abdul Rahman-háskúlin, sum er í Riyadh, og sum varð tikin i nýtslu í fjør. Í løtuni eru 37.000 lesandi har, men pláss er fyri 60.000.

Í 2005 stovnaði Abdullah kongur eina stuðulsskipan, sum hevur sent fleiri túsund saudiarabiskar kvinnur sum Saud á lærdan háskúla í øðrum londum. Í dag eru umleið 145.000 saudiarabar, teirra millum 40.000 kvinnur, sum lesa í 30 ymsum londum við stuðuli frá tí almenna.

Um upprunan til útbúgvingarstuðulin er at siga, at Abdullah kongur stovnaði skipanina, eftir at hann hevði verið í Texas og vitjað George W. Bush, táverandi forseta. Eins og forsetin vildi kongur fegin bøta um viðurskiftini millum tey bæði londini, sum versnaðu nógv aftan á yvirgangin tann 11. september í 2011, har 15 av teimum 19 flogrænarunum vóru saudiarabar. Ein avleiðing av yvirganginum var, at talið á saudiarabiskum lesandi í USA minkaði nógv og kom heilt niður á 4.000 eitt skifti. Men tey seinnu árini er tað vaksið sera nógv, og nú eru 71.000 saudiarabisk lesandi í USA, harav 17.000 kvinnur.

-Hugsanin er, at hesi ungu fólkini skulu koma heimaftur og loysa okkara trupulleikar, sigur Fahad al-Fahad, sum er handilsráðgevi í Jiddah, við Washington Post.



Mynd kvinnur:

Myndatekstur:

Zainab Al Talib (vinstrumegin) er hjálparfólk hjá Tala Al Hejailan á sakføraraskrivstovuni DLA Piper. Hejailan er útbúgvin sakførari, men fær ikki loyvi til at brúka útbúgvingina ( Mynd: Washington Post)


Mynd kongur:

Myndatekstur:

Abdullah kongur hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at útvega kvinnum møguleikar at fáa sær útbúgving í Saudiarabia og uttanlands


Mynd lærdur háskúli

Myndatekstur:

Lærdi Prinsessu Nora Bin Abdul Rahman-háskúlin er tann størsti av sínum slagi í heiminum