Kvinnur rógva við monnum

RSF hevur á aðalfundi samtykt at møguligt er hjá kvinnum og monnnum at rógva saman.

Leygardagin 25. mars varð aðalfundur í Róðrarsambandi Føroya hildin.
Spenningurin var um tey nógvu innkomnu málini um broytingar í reglunum, har tey flestu vóru um broytingar í aldursmarkinum. Hetta er at lesa á RSF.fo.
Eitt av meira áhugaverdu uppskotunum man vera at kvinnur kunnu rógva við mannfólkamanningum.

 

Samtykt varð, at 11 ára gomul eisini sleppa at luttaka í barnaróðri, tvs. at børn fødd í 2003, 2004 og 2005 kunnu rógva í barnaróðri í ár.
Eisini varð aldursmarkið í gentu- og dreingjaróðrinum linkað soleiðis, at tveir rógvarar nú kunnu vera 13 ár, men fylla 14 áðrenn 1. apríl í kappingarárinum.

 

Sum nakað nýtt er frítt at manna bátarnar við kvinnum ella blandaðari manning, har tað higartil bert hava róð mannfólk. Kvinnur kunnu nú rógva við t.d. 8- ella 10-mannaførum, men hesar koma framvegis at luttaka í tí vanliga róðrinum, har mannfólk luttaka. Tað verður sostatt ikki nøkur serskild kvinnukapping.

 

Áður var ein forðing fyri, at kvinnur kundu luttaka saman við monnum. Í barnaróðri hevur hetta tó verið loyvt.

 

Barnaróðurin er nú aftur FM. Hesin byrjaði uttan FM-kapping, men varð hetta seinni broytt. Í 2013 var FM tó aftur avtikið og í ár bleiv so aftur broytt til eina FM-kapping. Tað vísir seg, at børnini takað kappingina í líka stórum álvara, sum tey vaksnu, so hóskiligt er, at kappingarnar koyra á sama hátt.

 

Ein stór broyting, sum tó ikki kemur í gildi fyrr enn í 2018, er, at øll tey lægru ardursmørkini fella burtur, tvs. ein rógvari tá ikki skal hava minsta aldur fyri at rógva í eini róðrargrein. Undantiknir eru tó barna- og masters-róðrarnir.

 

Longu áðrenn fundin var greitt, at val av nevndum ikki varð viðgjørt á fundinum, tí ongi valevnir vóru í uppskoti. Reglurnar hjá RSF siga, at valevnir til nevdarvalini skulu verða send RSF tvær vikur undan fundinum.

 

Eykaaðalfundur verður hildin eftir páskir, har nevndarvalini verða avgreidd.