Tað skrivar lokala blaðið Post-Courier og avstralski miðilin ABC.
Tey eru dripin í landspartinum Hela, sum seinastu tríggjar dagarnar er raktur av blóðugum henvdartiltøkum.
Fyrst vóru seks fólk dripin í einum álopi leygardagin. Tað upplýsir Teddy Augwi, politiinspektørur, fyri Post Courier.
Í gjár hevdnu næstrarfólk hjá teimum deyðu drápini við at leypa á grannabýin. Her vórðu millum 16 og 18 fólk dripin. Teirra millum ein kona, sum var við barn.
– Stríðið er harðnað til hópdráp á sakleysar kvinnur og børn, sigur guvernørurin í Hela, Philip Undialu.
/ritzau/AP
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }