Tey bæði eita Elena-Lygina og Constantin Popescu. Dóttirin eitur Andrea-Lygia, og hon er gift við Ernst Joensen í Havn.
Andrea hevur búð í Føroyum í seks ár, men hetta er fyrstu ferð, at foreldrini eru í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, tey rættuliga eru uttanlands. Tey hava sæð nógv av landinum, og tey lata væl at Føroyum, bæði landi og fólki.
Sjálvi eru tey dámlig og fryntlig fólk, og teimum dámar væl at greiða frá.
Pápi Constantin var politikari, hann var eina tíð limur í rumenska tinginum fyri tjóðskaparliga bóndaflokkin, sum var leiðandi flokkurin í Rumenia undan krígnum.
Pápi Elenu var yvirmaður í herinum, og tey áttu rættuliga nógva jørð. Báðar familjurnar vóru hampiliga væl fyri.
Rumenia var í parti við Týsklandi
Undir seinna heimsbardaga var Rumenia í parti við Týsklandi nærum til endan. Hetta merkti Elena mest til, tí hon búðu eystalaga í landinum á markinum til Sovjetsamveldið. Tá ið russisku herarnir komu vesturyvir í 1944 og eisini tóku Rumenia, gjørdist hon flóttarfólk.
Constantin var betri fyri, tí hann búði vestantil í landinum. Hann hevði sum so ikki nakrar ringar royndir av týskarum. Sum sameint við Týskland var landið ikki hersett. Tað mesta, tey merktu, vóru hermenn, sum vóru á veg suðureftir til týskt hersett økir.
Tey búgva í býnum Ploiesti, sum er um 60 km norðanfyri høvuðsstaðin Bukarest. Her búgva umleið 250.000 fólk. Hesin býur var illa bumbaður av teimum sameindu undir krígnum. Í hesum øki var nevniliga stórur oljuídnaður, sum hevði stóran týdning fyri týsku krígsførsluna.
Tíðin eftir krígið var sera trupul. Rumenia var jú við í tapandi partinum, og hetta kom fólkið eisini at svíða fyri.
Pápi Constantin var fýra mánaðir í fongsli í 1947. Hetta hevur neyvan verið stuttlig, sum tað er komið fram seinni av øðrum, sum hava sitið.
Men sjálvur greiddi hann ongantíð frá tí, hann hevði upplivað. Tá ið hann varð leyslatin, mátti hann undirskriva eina váttan um ikki at gretta eitt orð um viðurskiftini í fongslinum. Hann tordi ikki annað enn at halda hetta. Ótti var fyri tær avleiðingar, sum tað kundi hava fyri seg og familjuna, um hann fór at greiða frá.
Í 1952 var hann 12 mánaðir í tvingsilsarbeiði, har hann var við til at byggja eina siglingarveit út til Svartahavið. Í fleiri longri tíðarskeiðum var familjan heilt uttan inntøku, og tey máttu liva av pengum, sum tey fingu fyri at selja sínar ognarlutir. Ein slík kúging varð framd fyri at halda tey niðri, sum høvdu eina útbúgving. Hetta er ikki óvanlig mannagongd hjá einaræðisstýrum.
Hjá familjuni hjá Elenu var ikki stórt mætari. Pápin misti arbeiði, og jørðin sum tey áttu varð tikin frá teimum.
Tað bøtti heldur ikki um, at ein mammubeiggi var fyristøðumaður í einum kleystri í fjøllunum, har tað framvegis var mótstøða móti nýggja kommunistiska valdinum. Munkarnir vórðu lagdir undir at vera í teirra parti, og hetta fekk systirdóttirin eisini at svíða fyri.
Hetta førdi eisini til ágang ímóti religiøsum virksemi yvirhøvur, og Andrea minnist enn, hvussu tey í skúlanum lærdu, at religión var av tí ónda.
Fyrsta og onnur neyðin
Tað, sum gjørdi støðuna enn verri var, at Sovjet í árini eftir kríggið legði hald á ein stóran part av matframleiðsluni í Rumenia. Hetta var skaðabót, sum Sovjet kravdi vegna luttøkuna hjá Rumenina í krígnum, og sum eisini kostaði Sovjet dýrt. Rumenski herurin luttók nevniliga saman við tí týska í bardøgunum við Stalingrad. Hetta hevur neyvan bøtt um russisku vælvildina!
Hetta merkti, at tað var sera lítið av mati at fáa, og tað sindri sum var, varð eisini hart skamtað. Ofta var eisini hungur.
Ikki fyrr enn í 1957 lætti í, og fólkið fekk tað betri. Men í 1964 verður Ceaucescu aðalskrivari í ráðandi kommunistaflokkinum. Í 1967 verður hann forseti og fær so at siga alt vald. Fram til 1978 vóru liviumstøðurnar sum so í lagi. Men tá setur Ceaucescu sær fyri sum skjótast at fáa afturgoldið alla uttanlandaskuld hjá Rumenina. Hann hevði verið á vitjan í Norður Korea, og her helt hann seg hava nakað at læra!
Hetta merkti aftur, at tað sansaði at hjá fólkinum. Nú fór aftur nærum øll framleiðsla av landinum fyri at náa hesum máli at gjalda uttanlandaskuldina.
Úrslitið varð, at í Rumenia var stórt sæð tørvur á øllum. Ravmagnið varð kvett, meðan tað vóru 30 kuldastig úti. Hetta merkti 10 kuldastig inni. Bensin var skamtað til 40 litur um mánaðin, sum ikki strekti tað stóra, serliga tá familjan búði 250 km burtur. Tað var eisini neyðugt at standa í kø í dagar fyri at fáa bensin.
Tað ringasta var tó hetta við at standa í bíðirøð á handlunum. Tað var nærum einki at fáa av nøkrum slag. Tað mátti farast upp á miðjari nátt fyri at fáa so grundleggjandi vørur sum kjøt og mjólk. Og tey sum stóðu seinast í røðini fingu ofta einki.
Men ofta kundi nógv fáast burtur úr lítlum. Fekst fatur á einun lítlum kúllingi, kláraði mamman at gera eina góða máltíð fyri øll trý burtur úr.
Fólkið innibyrgt
Samstundis varð fólkið fullkomiliga innibyrgt. Tað fekk nærum ongan møguleika fyri sambandi til umheimin.
At ferðast vestureftir kom als ikki uppá tal. Her var jú stórur vandi fyri, at fólk ikki komu heim aftur. Skuldi ferðast til onnur kommunistisk lond, skuldi hetta vera í bólki saman við øðrum. Hetta gav møguleika fyri eftirliti við hvørjum einstøkum.
Tann sjálvstøðugi uttanríkispolitikkurin hjá Rumenia móti Sovjet gjørdi eisini, at fólk úr Moskvatrúgvu londunum heldur ikki sluppu til Rumenia.
Fólk fingu ikki pass heldur. Skuldi farast uttanlands í arbeiðsørindum fekk viðkomandi eitt arbeiðspass, sum hann skuldi lata frá sær til myndugleikarnar, tá ið komið varð heim aftur.
Sjúkligt eftirlit við fólkinum
Tað allarringasta var tó politiska eftirlitið við fólkinum, sum virkaði heilt sjúkligt, tá vit onnur hoyra um tað.
Hvør borgari skuldu tvær ferðir árliga skriva sína egnu søgu niður til brúk fyri myndugleikarnar. Her skuldi einki dyljast. Meginparturin kom sjálvsagt at vera endurtøka, og tí skuldu alt samsvara hvørja ferð. Annars kundu tey fáa okkurt at svara fyri!
Øll ræddust tað loyniliga politiið. Tað kundi vera alla staðni. Tað var eisini alment kent, at loyniløgreglan hevði eitt umboð á hvørjum arbeiðsplássi. Øll livdu í ótta. Tí ráddu um at siga sum minst. Eitt skeivt orð, og tú varð tikin og píndur.
Eingin tordi heldur at nevna loyniløgregluna við navni. Tað nærmasta var at nevna hana “dreingirnar við teimum bláu eygunum”. Tá vistu øll, hvat tað snúi seg um.
Tað bar heldur ikki til at senda brøv millum lond. Var tað roynt komu tey als ikki fram.
Andrea greiðir frá, at hetta situr so fast í mammuni, at tá hon enn í dag koyrir eitt pappír í skrell, syrgir hon altíð fyri at skræða tað í smá petti. Loyniløgreglan plagdi nevnliga at leita í skrellispannum, og tí ráddi um, at hon ikki kundi finna skjøl, sum vóru so mikið lítið skrædd, at tey kundu vera sett saman og lisin.
Í Rumenina var fosturtøka bannað. Men hetta var ikki av etiskum grundum. Hetta var fyri at fáa fólkatalið i landinum at økjast mest møguligt. Hetta kann so vera sínar sakir. Men kvinnur máttu javnan kannast hjá lækna, hvørt tær høvdu fingið framt ólógliga fosturtøku.
Grussan Elana
Støðan gjørdist verri og verri í landinum. Støðan hjá forsetakonuni Elana Ceaucescu bøttu ikki um. Hon var illi andin hjá Nicolae. Hon fekk heilt stórt vald. Millum annað skuldi øll skúlabygging góðkennast av henni.
Roynt var at gera hana nógv meira enn hon var. Hon hevði lítlan og ongan lærdóm. Hóast hetta varð hon sett fram sum eitt flogvit, sum gjørdi seg galdandi innan ymisk vísindaøki. Men hetta var alt fupp, og var bert ein liður í hesi persónsdyrkan.
Hon fekk heiðursprógv frá ymiskum lærdum háskúlum, eisini í London, fyri sínar vísindaligu ritgerðir, men sum onnur høvdu skrivað. Men tá ið sannleikin kom fram varð hetta alt afturtikið.
Henda persónsdyrkan varð eisini førd inn í skúlarnar, har børnini vóru lærd, at Elena og Nicoalo Ceucesco vóru sum foreldur hjá teimum. Hetta førdu tey eisini fram í rættamálinum, sum førdi til teirra avrætting. Hvør skúlabók hevði mynd av Ceaucesco á fremstu síðu.
Ceausescu sjálvur dugdi eisini at føra seg fram uttanlands. Í 1980 var hann á statsvitjan í Danmark. Í hesum sambandi vóru hansara røður útgivnar á donskum, og hann fekk Elefantordanin. Tá ið tað rættuliga kom fram, hvat bølmenni hann var, varð elefanturin afturtikin.
Fólkið gjørdi bart
Hetta gjørdist at enda ov nógv fyri fólkið. Og í 1989 varð gjørt bart og fólkið gjørdi uppreistur. Tey bæði royndu at rýma, men vóru tikin og sett fyri ein standrætt. Tað varð gjørt skjótt av. Tey vóru avhoyrd, dømd til deyða og beinanvegin skotin. Hetta sást í sjónvørpum um allan heimin. Hetta gjørdist eisini minniligt, tí alt hetta gekk fyri seg á jólum. Men tá lætnaði hjá mongum.
Tað vóru altjóða atfinningar um, at rættargongdin ikki var rættvís. Men her var neyðugt at gera skjótt av. Vandi kundi vera fyri, at russarar vildu bjarga “sínum manni”, og eisini mátti forðast fyri, at stuðlar hjá hjúnunum báðum fingu høvdið fyri seg aftur.
Nú gongur framá
So er spurningurin, hvussu støðan er nú í Rumenina. Fyrst og fremst hava teir fingið frælsi. Teimum nýtist ikki longur at vera rædd fyri at siga sína hugsan, og nú er eisini møguligt at ferðast uttan avmarkingar.
Alt er ikki nóg gott enn, og tað tekur sína tíð at koma burtur úr eini skeivari gongd. Innan heilsuverkið ruggar ikki rætt enn. Hóast øll viðgerð skal eitast fyri at vera ókeypis, so má gjaldast undir borðið til mong lið í viðgerðarskipanina.
Stættarmunurin er framvegis ov stórur. Tey eru nøkur, sum hava tað gott. Miðalklassin er minni her enn í nógvum øðrum londum. Tískil eru nógv, sum langt frá hava tað nóg gott enn.
Men tað er vón fyri framman. Rumenia er komin í ES við øllum teimum møguleikum, sum hetta gevur.
Tað gongur framá, men nógv halda tað ikki ganga nóg skjótt. Men Andrea sigur við sínar ótolnu vinir heima í Rumenia, at hon sær í hvussu er mun hvørja ferð, hon kemur heim.
Nú er eisini satt trúarfrælsi. Fyrr var ein veruligur vandi í at vísa seg í eini kirkju. Loyniløgreglan var eisini til staðar har. Annars eru Constantin og Elana limir í ortodoksu kirkjuni, men tey leggja dent á, at tey eru hóglig.
Hava álit á forsetanum
Høvuðsvinnurnar í Rumenia er annars olja, alumininum, stál og landbúnaður. Tað er eisini nógv kol, men góðskan á kolinum er ikki góð.
Annars er Rumenia eitt uppá seg stórt land. Tað er 237.500 ferkilometur og her búgva um 21 mill. fólk. Umleið 88% av fólkinum eru etniskir rumenarar. Meginparturin av restini eru ungarar. Hesir hava ofta hildið seg vera fyri vanbýti í landinum.
Forsetin í Rumenia eitur Trajan Básescu, og tey eru øll samd um, at hann er ein góður maður. Hann hevur eina greiða kós, og hann dugur eisini at seta sínar ætlanir í verk.
Hvussu endaði dóttirin í Føroyum?
Elena og Constantin eru bæði verkfrøðingar. Tey giftust í 1968, og tey fingu bert tað ein barnið, Andreu, sum er fødd í 1969.
So er spurningurin, hvussu ein rumensk genta endar í Havn? Jú, tað er gjøgnum alnótina! Tey bæði fóru at chatta saman. Hetta endaði við, at Ernst fór til Rumenia at ferðast. Tey fullu bæði fyri hvørjum øðrum. Ikki var tað verri, at foreldrunun eisini dámdu væl Ernst.
Tey blivu gift í eini ortodoksari kirkju í Rumenia. Hetta var nógv øðrvísi enn í Føroyum. Ortodoksa kirkjan er kend fyri at gera meira burturúr tí glæsiliga, enn vit kenna til. Tí mátti presurin hava ein hjálparmann undir vígsluni. Ein partur av vígsluni er, at hvør av pørtunum hevur ein manligan og ein kvinnuligan gubba. Hesi verða so eisini gubbar tá og um, tað koma børn. Verður tað ein genta er tað kvinnan, og er tað ein drongur verður tað maðurin, sum verður gubbi.
Andrea trívist væl í Føroyum. Hon er útbúgvin verkfrøðingur, og hon hevur gott arbeiði í Havn.
Annars hevur verið so mikið av sambandi millum Rumenia og Føroyar, at fleiri rumenar búgva í Føroyum. Hetta samband er eisini við teimum nógvu ferðunum við klæðum og øðrum til Rumenia. Men hetta er meira norðalaga í landinum.
Tað var stak hugnaligt at hitta hesa rumensku familju og at fáa innlit í eitt lív, sum hevur verið so nógv øðrvísi enn tað, sum vit kenna til.
Vit ynskja teimum góða ferð heim aftur og ynskja teimum vælkomin aftur.










