Ungar kvinnur kenna seg ikki aftur í føroyska samfelagnum, sum er konservativt og merkt av mannfólkavirðum, sigur Demokratia í skrivi nú tað stundar til løgtingsvalið. Í skrivinum heitir Demokratia á fólk um at fara á val og gera sína atkvøðu galdandi.
- Tríggjar kvinnur hava júst fingið friðarheiðursløn Nobels. Fyrst og fremst tí at tær arbeiða fyri og sjálvar ímynda, at kvinnur eru ein sjálvsagdur og neyðugur partur av politikki og samfelagsmenning.
Formaðurin í Nobelnevndini Thorbjørn Jagland segði í røðu síni, at vit megna ikki at røkka demokratii og varandi friði í heiminum, uttan at kvinnur fáa somu møguleikar sum menn at ávirka samfelagsmenning á øllum samfelagsstigum. Hann vónaði at tilnevningin fór at hjálpa gongdini at enda allari kvinnukúgan, soleiðis at heimssamfelagið kann fáa gagn av tí stóra tilfeingi, sum kvinnur umboða, verður sagt í skrivinum.
Sambært Demokratia, er hetta er eisini galdandi fyri Føroyar.
- Føroya løgting er ikki einans ein spegling av Føroyum, har allir bólkar "eiga" at verða umboðaðir. Løgtingið eru heldur ikki bert staðið, har politiskar avgerðir verða tiknar. Løgtingið er eitt ítøkiligt prógv um, at teir bólkar, sum eru umboðaðir har, kunnu, eiga og sleppa at mynda og ávirka samfelagið. Tað ger, at fólk, sum síggja tingumboð lík sær sjálvum, kenna seg aftur sum part av samfelagnum, og kenna seg vælkomin í samfelagið. Tá Barack Obama stillaði upp í USA, hevði tað eitt nú við sær, at luttøkan hjá svørtum veljarum í valinum vaks nógv. Fólk síggja, at tey kunnu ávirka, at tey eru ein partur av samfelagnum, og tað gerst natúrligt hjá teimum at taka lut í demokratinum, vísir Demokratia á.
Tey vísa til kanningar, sum vísa á, at føroyingar í útisetu ikki hava hug at flyta aftur til Føroyar. Tað eru serliga ungu kvinnurnar, ið siga seg ikki fara at flyta heimaftur.
- Ein av fremstu orsøkunum er, at tær ikki kenna seg aftur í føroyska samfelagnum. Tær halda, at føroyska samfelagið er ov konservativt, ov avmarkandi fyri kvinnur, og ov nógv merkt av mannfólkavirðum, verður sagt.
- Vit sum velja fólk á Løgting hava eina stóra ábyrgd at syrgja fyri, at vit fáa eitt ting, sum umboðar allar samfelagsbólkar. Hetta er neyðugt, um vit skulu megna at fáa unga, skapandi fólkið hjá okkum at trívast og støðast í landinum. Atkvøðan hjá okkum kann gera allan munin. Tí er umráðandi at hugsa seg væl um og ikki bara seta krossin, sum ein altíð er vanur at gera, sigur Demokratia.