Mannfólk lúgva, tá teir siga, at teir hava verið saman við fleiri konufólkum enn kvinnur hava verið við monnum.
Vit hava øll hoyrt tað: menn hava meira sex og fleiri sexpartnarar enn kvinnur. Men tað eru øll slett ikki samd um. Tað er ólogiskt, siga støddfrøðingar. Tað er ógjørligt, at heteroseksuellir menn - og kvinnur ikki hava líka nógvar partnarar.
Amerikanski støddfrøðingurin, David Gale, frá University of California, meinar, at tað er støddfrøðiliga ógjørligt. Hann hevur nevnliga gjørt ein formul, ið roknar øðrvísi úrslit.
Hví eru so so nógvar kanningar, ið siga nakað annað? David Gale heldur, at mannfólkini lúgva. Normarnir siga, at mannfólk eiga at vera sigursharrar og megna at ?fanga? nógv konufólk, og tí lúgva teir um veruliga talið. Hinvegin eigur kvinnan at vera natúrliga óskyldig ? og tær lúgva samstundis eisini og nevna eitt lægra tal av mannfólkum, enn tað er veruliga er.
Síggj formulin hjá David Gale á www.ekstrabladet.dk