Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini kann ein lesa um eina kvinnu, sum er søgd úr starvi sínum orsakað av sparingum og broytingum á bygnaðinum á arbeiðsplássinum. Kvinnan heldur tó orsøkina vera eina aðra. Nevniliga tað at hon var við barn, tá hon varð sett í starv og ikki segði tað í setunarsamrøðuni.
Í søgu sínari greiðir kvinna frá ymiskum broytingum, sum vórðu framdar á hennara starvi frá tí, at hon varð sett til hon fór í farloyvi. Hon vísir eisini á fleiri onnur viðurskifti, sum vóru illgrunaverd, eftir hennara tykki.
Tá kvinnan skuldi koma aftur í starv eftir farloyvi, varð hon fyrst sett í sítt gamla starv, men síðani varð hon uppsøgd orsakað av sparingum og broytingum.
Kvinnan sjálv sigur í síni søgu, at hon út frá fleiri av viðurskiftunum kennir seg sannførda um, at hon varð uppsøgd, tí hon varð við barn og ikki boðaði frá hesum í setunarsamrøðuni.
Hon hevur roynt ymiskar leiðir fyri at klaga um hetta, men onki hevur hjálpt henni nóg væl. Hon hevur eisini tosað við løgfrøðingar um málið, men har fekk hon at vita, at ein tílík sak var torfør at prógva og tískil kundi taka upp í fleiri ár. Kvinnan hevur tí, sambært Anniku Wardum Joensen, valt ikki at gera meira við málið. Hon hevur eitt annað starv í dag.
Ikki eindømi
Annika Wardum Joensen sigur, at hendan søgan um hesa kvinnuna ikki er nakað eindømi í Føroyum uppá, at kvinnur halda seg verða uppsagdar orsaka av barnsburði.
? Tað eru fleiri dømi upp á tað, og fleiri onnur munnu vera við, sum vit ikki kenna nakað til, sigur hon.
Hon heldur tað vera nógv fyri, at kvinnur halda seg aftur við at fara allan vegin í einum slíkum máli, har tær antin verða uppsagdar ella settar í eitt lægri starv, tí at tað skal vera torført at prógva ella tí at tær møguliga fáa eitt umdømi sum klandrivætti, sum elva til stríð. Vegna tað, at tær ikki vilja góðtaka, at javnstøðulógin ikki verður yvirhildin.
Men Annika leggur tó dent á, at tað eru fleiri arbeiðspláss, sum taka væl ímóti nýggjheitunum um barnsburð. Har hevur Barsilsskipanin gjørt tann stóra munin, tí áðrenn kundi tað vera sera tungt hjá smærri privatum fyritøkum og so teimum, sum hava nógvar kvinnur í starvi, at ein kvinna fór í barnsburðarfarloyvi. Tá var tað so, at fyritøkurnar sjálvar máttu bæði rinda farloyvið og møguligan avloysara.
Varpa ljós á
Av hesi orsøk hevur javnstøðunevndin valt at varpa ljós á hetta evnið á teirra heimasíðu. Annika sigur, at tey hava lagt eitt evni út á heimasíðuna um at sameina familju- og arbeiðslívið.
? Tað er øgiliga vanligt, at kvinnur uppliva tað sum nakað keðiligt at fara inn til arbeiðsgevaran og siga, at tær eru við barn, sigur hon. Tað kemur ikki ofta fyri, at arbeiðsgevararin loypir upp og sigur til lukku, og at tað var stuttligt. Og hetta vil javnstøðunevndin varpa ljós á, tí tað eru nógvar kvinnur, sum ikki vita av, at tað finnast aðrar í teirra støðu.
? Tær kenna seg einsamallar og halda, at tær eru eitt eindømi, men tað er jú nettupp tað, tær ikki eru, sigur Annika.
Tilrættislegging
Annika sigur, at tá tað kemur til barnsburð, so krevur tað at starvið verður umskipað ella ein avloysara. Tað skuldi verið lættari, sambært henni, at tilrættislagt eitt farloyvi vegna barnsburð. Í øllum førum lættari enn um eitt starvsfólk verður burtur frá starvi sínum frá dag til degi uttan nakra ávaring. Og Annika leggur afturat, at tað eru fá arbeiðspláss, sum lata ein persón eina taka sær av nøkrum uppgávum, sum so ongin annar kann taka yvir, um viðkomandi er burtur.
? Um eitt arbeiðsøki bara hongur á einum persóni, so er fyritøkan ógvuliga sárbar, og tað átti at verðið umhugsað, heldur Annika.
Hinvegin sigur hon, at tað eru nógv arbeiðspláss, sum sýna fleksibilitet, tá tað snýr seg um eitt nú arbeiðstíðir, sjúk børn og væntandi barnaansing. Og harvið ger fyritøkan, hvat hon kann fyri at førleikin hjá starvsfólkunum kemur fyritøkuni sjálvari tilgóðar.
Hon sigur at enda, at um hugsað verður um, at arbeiðsgevarar so ofta siga, at teir fegnir vilja hava kvinnur í leiðarastørv, so er hendan søgan um hesa kvinnuna so sanniliga ein andsøgn til tað.
Tað, sum serliga skelkar Anniku í hesum førinum, er, at talan er um ein almennan stovn, og onki verður gjørt víðari í málinum. Kvinnan hevur givið upp, og málið liggur á heimasíðuni og verður nýtt til upplýsandi tilfar. Heimasíðan er at finna á www.javnratt.fo