Kvinnulisti til býráðsvalið í Havn

Stig verða nú tikin til at gera ein kvinnulista í Tórshavnar kommunu til býráðsvalið í heyst. Ein kvinnufelagsskapur í Havn tekur stig til hetta og hevur heitt á Kvinnufelagið um at stuðla teimum

Nógv tos hevur verið um, at kvinnur ikki halda seg til, tá tað kemur til politikk. Nógvar verða orsøkirnar sagdar at vera, men í hesum døgum arbeiðir kvinnufelagsskapurin Urd við møguleikunum fyri at gera ein kvinnulista í Tórshavnar kommunu.
Stovnandi fundurin var mánakvøldið á Læraraskúlanum, men av tí at blaðið var farið til prentingar áðrenn fundin, so ber ikki til at siga, hvussu fundurin gekk.
Men í brævið, sum Kvinnufelagið hevur sent út til sínar limir, verður greitt frá, hvørjar ætlanir Urd hevur.
Eisini verður nevnt, hvussu aðrar roynir við at gera kvinnulistar hava gingið.
Kvinnufelagið royndi tvær ferðir í 50´unum og tvær ferðir í 80´unum at gera kvinnulistar. Ta einu ferðina í 50´unum eydnaðist tað einari kvinnu at verða vald á listanum, meðan tað ikki eydnaðist í hinum førunum. Tó restaði lítið í, skal sigast.
Kvinnufelagið staðfestir bert í teirra brævi, at kvinnur eru í roynd og veru nærum í somu vánaligu støðu, hvat stýringini av samfelagnum viðvíkur ? nú sum tá hinar royndirnar vórðu gjørdar.

Ójavnar meiningar
Tað tykist, sum tað er misjavnt, hvussu kvinnur, sum eru ella hava verið aktivar í politikki, taka undir við hesum tiltakinum. Í blaðnum í dag hevur Elin Lindenskov eina viðmerking til kvinnufelagið, har hon heitir á felagið um heldur at stuðla teimum kvinnunum, sum eru á listanum hjá einum av flokkunum enn at stuðla einum reinum kvinnulista.
Elin vísir á, at vandi kann fara at verða fyri, at ein kvinnulisti tekur atkvøður frá teimum kvinnunum, ið stilla upp fyri flokkar.
Men Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum heldur, at hetta er vælskilligt, at kvinnur taka seg saman til at gera ein kvinnulista til býráðsvalið.
? Felagið skilir væl, at farið verður undir eitt tílíkt tiltak, sigur hon.
Kristianna Rein, sum hevur verið býráðslimur í Tórshavnar býráð, heldur tað vera eitt frálíkt hugskot at gera ein kvinnulista.
? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at ein reinur kvinnulisti er einasti máti at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sigur fyrrverandi býráðslimurin í Havn.
Kristianna hevur arbeitt innan politikk í einum ávísum flokki í fleiri ár, og heldur hon, at á ein ella annan hátt er tað truplari hjá kvinnum at sleppa framat á einum flokslista. Hon dugir tó ikki at siga, hvør orsøkin er til hetta, men trupulleikin er har, staðfestir hon.
Og samstundis leggur hon dent á, at tað neyvan altíð er tí, at kvinnur ikki vilja stilla upp, sum er orsøkin til, at tær halda seg aftur.
? Nevniliga hesin spurningurin um kvinnur skulu velja kvinnur er trupul, tí at krøvini til eina kvinnu í politikki eru nógv størri enn til menn. Her meini eg við, at menn verða skjótari fyrigivnir, um teir gera eitt mistak enn kvinnurnar, og tað kann uttan iva vera ein av orsøkunum til, at kvinnur er bangar fyri at halda seg framat, sigur Kristianna Rein, sum ikki heldur, at kvinnur eru verri egnaðar til at arbeiða í politikki enn menn.
? Hatta er eitt frálíkt hugskot, og eg stuðli tí 100 %, slær hon fast.
Fyrireikararnir sjálvar til fundin vilja ikki siga so nógv um hetta enn, men tær høvdu so neyvan tikið stig til hetta, um tær ikki hildu, at tørvurin var tilstaðar.