Kvinnulandsliðið úttikið

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin hjá A-landsliðnum við kvinnum, til komandi Nations League dystirnar ímóti Aserbadjan og Kýpros á heimavølli, skrivar Fótbóltssambandið

Tær ellivu, ið byrjaðu í heimadystinum ímóti Montenegro í september. Nú skal kvinnulandsliðið aftur spæla Nations League dystir á heimavølli.

Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin hjá A-landsliðnum við kvinnum, til komandi Nations League dystirnar ímóti Aserbadjan og Kýpros á heimavølli, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Kvinnulandsliðið hevur fleiri spennandi avbjóðingar í heyst og vetur. Síðst í hesum mánaðinum spæla tær tveir heimadystir í Nations League. Fyrst ímóti Aserbadjan, 27. oktober kl. 14.00 við Djúpumýru í Klaksvík, og síðani ímóti Kýpros á Tórsvølli, 31. september kl. 18.00.

 

Tvær broytingar eru í hópinum í mun til seinastu dystirnar. Durita Hummeland úr KÍ er við aftur á landsliðnum, og so er 19 ára gamla Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ eisini úttikin á fyrsta sinni. Hon hevur áður leikt fleiri dystir við U19 landsliðnum.

 

Hópurin til dystirnar móti Aserbadjan og Kýpros sær soleiðis út:

 

Óluva Joensen, KÍ

 

Valborg Østerø, B36

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Sunniva Willemoes, HB

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Eyðvør Klakstein, KÍ

 

Rebekka Benbakoura, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Maria V. Johansen, KÍ

 

Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

 

Lena Olsen, NSÍ

 

Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q

 

Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q

 

Sara S. Lamhauge, NSÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn H. Joensen, KÍ

 

Malena Olsen, KÍ

 

Fridrikka Clementsen, HB

 

Ása S. Carlsen, HB

 

Rúna Olsen, NSÍ

 

Durita Hummeland, KÍ

 

Dystarskráin hjá kvinnunum í Nations League kappingini í heyst/vetur sær soleiðis út:

 

27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýru)

 

31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)

 

1. desember: Montenegro – Føroyar

 

5. desember: Aserbadjan – Føroyar

 

Tær ellivu, ið byrjaðu í heimadystinum ímóti Montenegro í september. Nú skal kvinnulandsliðið aftur spæla Nations League dystir á heimavølli.