Kvinnulandsliðið vil gera tað betur í ár

(Rás2) Hoyr prát við landsliðsvenjaran, Pætur S. Clementsen um dystin ímóti Íslandi týsdagin klokkan 17

Tað sá ikki so vakurt út hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fjør heyst.

 

Aftaná fýra dystir í HM-undankappingini ímóti Kekkia, Íslandi, Týsklandi og Slovenia var málúrtøkan 0-32.

 

Í ár ætlar kvinnulandsliðið at bøta væl um hetta. Byrjað verður ímóti Íslandi á heimavølli týsdagin klokkan 17 á Tórsvølli.

 

Talan er um eitt mótstøðulið av fremsta flokki, og fyrradagin vunnu íslendsku kvinnurnar góðan 2-0 útisigur ímóti Slovenia, sum Føroyar taptu 0-5 ímóti. Tá Ísland og Føroyar møttust á Laugardalsvøllinum í fjør vann Ísland 8-0.

 

Landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen vónar at kunna skarva væl av málunum hjá mótstøðuliðunum, og eiga størri lut í spælinum.

 

Men týdningarmikið er, at fólk møta og stuðla okkara kvinnum á Tórsvølli týsdagin klokkan 17.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Pætur S. Clementsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.