Kvinnulandsliðið fingið fýra stig

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti heevur megnað at fingið fýra stig í undankappingini til HM undankappingina. Føroyar vunnu 1-0 á vertunum úr Litava og spældu javnleik 3-3 móti Montenegro.

Í morgin skal føroyska kvinnulandsliðið spæla móti Georgia, sum somuleiðis er triðji og seinasti dysturin í hesi undankappingini. Føroyar og Montenegro hava fýra stig, meðan Georgia hevur trý stig og Litava framvegis einki stig hevur.
Tvey lið koma víðari til HM undankappingina, sum er eins og tann hjá monnum. Føroyar skal tí hava ein javnleik ella vinna fyri at koma víðari. Út frá úrslitinum so er væntanadi, at Montenegro fer at vinna á Litava og so er tað upp til Føroyar at halda Georgia aftanfyri seg í samlaðu støðuni. Tað kann bara gerast við einum javnleiki ella einum sigri. Vinnur Georgia, so koma tær upp á seks stig og yvirhála føroysku kvinnurnar.

Heidi í hopla

Heidi Sevdal skoraði tvey av málunum, tá Føroyar hósdagin spældi 3-3 móti Montenegro, meðan Íðunn Magnussen skoraði eitt. Føroyska liðið trýsti fyri at vinna, men hóast fleiri royndir, so bleiv tað til javnleik.
Montenegro kom annars á odda tá dysturin var eitt stórt korter gamal. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Føroyar sína bestu løtu. Fyrst javnaði Heidi Sevdal og løtu seinni legði Íðunn Magnussen Føroyar á odda 2-1. Leiðslan helt í átta minuttir, so skoraði Montenegro tvey mál.
Eitt korter fyri tíð javnaði Heidi Sevdal við síðum øðrum máli í dystinum. Føroyska liðið trýsti fyri at fáa avgerandi málið, men hóast tjúgu málroyndir, so vildi bólturin ikki inn fyri fjórðu ferð.Sambært heimasíðuni hjá UEFA, so var Føroyska liðið leikliga omaná.

Rannvá søkti Litava

Rannvá B. Andreasen skoraði einsamalla málið, tá føroyska kvinnulandsliðið í gjár vann 1-0 á Litava á LFF Leikvøllinum í Vilnius í undankappingini til HM undankappingina.
Eftir málleysan fyrra hálvleik eydnaðist tað Føroyum at skora til 1-0 tá ein góður tími var spældur. Málskjútti var Rannvá B. Andreasen, sum stutt framman undan varð sett á vøllin fyri Olgu Kristinu Hansen. Einki mál kom afturat í dystinum og sostatt vann føroyska landsliðið 1-0.
Nú verður spennandi um føroyska liðið megnar at spæla seg víðari til HM undankappingina. Svarið fáa vit í morgin.