Kvinnufelagið í Havn mótmælir harðliga, at tað fyribils bert er ein kvinna er í 11-lima nevndini, sum skal orða og fyrireika uppskot um nýggja vallóg. Sosialurin fortaldi mikudagin, at nú 10 av teimum 11 nevndarlimunum eru valdir, er bara ein kvinna í nevndini, og tað enntá hóast javnstøða var ein avgerðandi spurninginum um, hvussu nógv valdømi, vit skulu hava.
- Tað er sera møtumikið og ótíðarhóskandi, at vit í kvinnurørsluni ferð eftir ferð mugu nýta tíð og orku til at senda út mótmæli, tí kvinnur ikki fáa møguleika at fáa ávirkan á samfelagið í Føroyum, sigur Kvinnufelag í mótmæli í dag.
- Tað hevur verið ført fram, at javnstøða nýtist ikki at vera í hesi nevnd, og at formansskapurin í løgtinginum kann ikki tryggja javnstøðu í einari tílíkari nevnd.
- Men vit í Kvinnufelagnum krevja, at eins nógvar kvinnur og menn eru í hesari nevndini, tí at spurningurin um javnstøðu millum kyn er ein grundleggjandi partur av eini komandi valskipan.
- Vit í Kvinnufelagnum skjóta við hesum upp, at formansskapurin heitir á tey, sum innstilla nevndarlimir, um fyri hvønn nevndarlim at koma við tveimum uppskotum - einum av hvørjum kyni. Síðan má tað vera upp til formansskapin at seta nevndina saman, so kynsbýtið lýkur nútíðar krøv til javnstøðu, sigur felagið.
Einsamalla kvinna, sum fyribils er í nevndini, er Súsanna Danielsen, stjóri í løgtingsfyrisitingini. Enn manglar en limur í nevndini og tað er limurin, Sambandsflokkurin skal velja.