Kvinnufótbóltur er 20 ár aftanfyri

Tað sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum í samrøðu um kvnnufótbólt í Føroyum

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur fingið oyrini í maskinuna í HM undankappini. Fýra tap á til samans 32-0 er ikki hugnaligur lesnaður, men alt er ikki dapurt. – Alternativið var at sita heima, so høvdu vit staðið í stað, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnunum í fótbólti.

 

Tað er tykist longu sum eitt fjart minni, tá føroyska kvinnulandsliðið púra óvæntað vann á Turkalandi í innleiðandi HM undankappingini. Við sigrinum vunnu føroysku kvinnurnar seg til HM undankappingina, har øll tey sterkastu liðið eru við, men síðani hevur ikki verið nógv at gleðast um. Føroyska liðið hevur tapt 8-0 fyri Kekkia og Íslandi, 11-0 fyri Týsklandi og seinast 5-0 fyri Slovenia.

 

- Føroyskur kvinnufótbóltur er eini 15 til 20 ár aftanfyri mannfólkafótbóltin. Tað er lætt at fella í eina grøv, har vit halda, at tapini eru pínlig, men alternativið er at sita heima, og so høvdu vit staðið í stað, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðvenjari hjá kvinnum.

 

Hann setur her orð á tær nógvu avbjóðingarnar, sum føroyskur kvinnulandsliðsfótbóltur hevur, men hevur eisini fleiri loysnir. Samstundis greiðir hann frá serligu støðuni, sum ein føroyskur landsliðsvenjari er í, í samrøðu við ÍtróttarSosialin frá mánadegnum.