Grein frá Vikuskiftis Sosialinum í oktober 2016. Høvið var, at leikurin Einaferð var tað eg var júst frumsýndur og Sosialurin hitti Búa Dam, leikstjóra, til eitt prát um feminismu. Í dag er Altjóða Kvinnudagur, og tí velja vit at vísa greinina aftur her. Sjónbandalagið til lagið "Einaferð var tað eg" er í uppskotið til Ársins Videolag á FMA, sum verður leygarkvøldið.
Hann er leikstjóri í beinharða feministiska leikinum “Einaferð var tað eg”, og tað er ikki uttan orsøk. – Tá ið umræður tey femininu virðini, havi eg kent meg rættiliga handikappaðan. Í leitanini eftir tí feminina innaní valdi eg at fara við í hesa verkætlanina, sigur Búi Dam, leikstjóri.
Hevur tú verið til leikin “Einaferð var tað eg”, so hevur tú helst fingið eitt ordans feministiskt innspark. Tær báðar Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen drepa innaru penu gentuna og loyva gandakellingini at koma út at spæla. Handan tær báðar stendur Búi Dam, leikstjóri. Ímillum venjingar og fyrireikingar er Búi Dam komin inn í Miðlahúsið hendan seinnapartin, har tosi skal snúgva seg um tey feministisku virðini. Tí tað er ikki uttan orsøk, at hann hevur leitað sær til tað mest feministiska staðið í landinum beint nú. Orsøkin er heilt einfalt, at hann ynskir at finna tí innaru prinsessuna.
- Fyri meg er feminisma nøkur ávís virði. Kvinnur eru nógv meira í samband við sínar kenslur, tær hugsa meira umfevnandi í mun til menniskju, samfelagið og náttúruna. Tað eru sjálvandi eisini menn, sum gera tað, men tað er tað eg forbindi við feminismu, sigur Búi Dam, tá ið hann skal greiða frá áhuganum.
Tað er nakað hann hevur tørv á at finna í sær sjálvum, tí tað er við báðum síðunum, at menniskja kemur í javnvág.
- Tað feminina og tað maskulina er í okkum øllum. Og vit hava tørv á báðum fyri at blíva heil menniskju, sigur Búi Dam.
Og við einum modernaðum ævintýri og við at koma heilt tætt at tveimum listarligum kvinnum, er málið sett.
Ævintýr og dreyma
Tá fólkini handan Einaferð var tað eg, byrjaðu sína verkætlan vóru fyrstu boðini frá leikstjóranum, at dreymar skuldu skrivast niður. Tí eitt ævintýr hevur ótrúliga nógv til felags við dreymar. Og kvinnur? Ja tær eiga dreymagávuna.
- Allar kvinnur eg kenni droyma meira og týðiligari enn menn. Dreymar siga okkum nógv um okkum sjálvi, og um vit læra at lurta, so kunnu teir eisini vera vegleiðandi, sigur Búi Dam.
Dreymar eru á onkran hátt ikki ólíkir ævintýrum. Í báðum førum henda óforklárilig ting, sum tú kortini skilur. Eingin logikkur er í háttinum eitt ævintýr verður sett saman, og soleiðis er eisini við dreymum.
- Og av tí, at tað irrationella, í orðsins besta týdningi, ofta verður sæð sum feminint virði, hildu vit dreymarnar og ævintýrini vera eitt gott stað at byrja femininu ferðina, sigur Búi og leitar sær til ævintýrini.
- Hyggur tú eftir ævintýrum, so eru tey sum oftast um, at ein genta ella drongur fer at leita eftir mótpartinum, og tey verða sameind og liva lukkuliga í allar ævir. Tað er tann tráanin, sum er í mær. Tann sum sigur, at eg skal finna javnvágina ímillum tað maskulina og tað feminina innaní, sigur Búi Dam.
Má finna mína prinsessu og vit mugu giftast
Fyri at vera ein góður borgari, eitt so gott og empatisk menniskja sum gjørligt, so er umráðandi at finna júst hetta – javnvágina.
- Fyri meg snýr tað seg um tað innara lívið í okkum, sum hevur ófatiliga stóra ávirkan á tað útvendiga lívið. Fyri at gerast tann besta útgávan av mær sjálvum, so má eg finna mína femininu síðu. Eg má finna mína innaru prinsessu og vit mugu giftast, sigur Búi Dam.
Tað er tó ikki altíð lætt at dyrka tað femininu síðuna, tí tað er eitt maskulint samfelag vit liva í.
- Tú kanst bara hyggja eftir virðunum í samfelagnum. Eftir tí, sum vit halda merkir nakað. Tað eru pengar, tilfeingi og so framvegis og ikki minst mátin vit tosa uppá. Tað er ógvuliga fýrakanta, og vit hava ilt við at síggja tann størra samanhangin, sigur Búi Dam.
Tað er trupult at gera upp við, tí soleiðis er okkara samfelag strukturera. Men hvat er tað í veruleikanum vit menniskju tráa eftir.
- Vit vilja elska og verða elskað, vit vilja kærleikan. Tað haldi eg er størsti longsulin vit hava. Sjálvandi hevur tað materiella eisini týdning. Trupulleikin er tann, at materiella tráanin er fullkomiliga farin yvir geving og andaligu og femininu virðini gjalda prísin. Tíverri er trupult at fáa fólk í almenna rúminum at taka hetta seriøst, tí málið vit tosa og málini vit seta okkum, eru so maskulin. Tí er gott at hava listina, ævintýrini, dreymarnar og so framvegis, sigur Búi Dam.
Kristindómurin gav orðatilfeingi
Hetta er eitt torskilt evni vit sita og tosa um hendan dagin yvir ein kaffimunn. Og tað er tað av fleiri orsøkum. Eitt nú tí, at vit hava ikki orð, sum lýsa hendan partin av veruleikanum. Í forlongilsi av prátinum um tað almenna rúmið og okkara háan av práti um kærleika vendir Búi huganum móti kristindóminum – tí avslappaðu tilgongdini, sum hann rópar tað.
- Eins og óbalansa er í mær, millum tað feminina og maskulina, eri eg av tí fatan, at tað er óbalansa í okkara andaliga lívi her heima á klettunum og í vesturheiminum yvirhøvur. Vit hava eina sera rationella tilgongd til tað andaliga. Vit vilja prógva tað andaliga, skriva greinar og bøkur um tað, hava stór kjak um tað, stórar orrustur, kríggjast um tað tað og prestarnir tosa og tosa og tosa og liva so sera sjáldan tað andaliga lívið, sum eitt nú Jesus prædikaði um. Jesus sigur í nýggja testamenti “fylgið mær”, also ger sum eg. Hann sigur ikki, skriva bøkur um meg, keglist um meg ella kríggist um meg. “Fylgið mær”.
Men tí, at vit eru um at drukna í tí materiella, tí maskulina, hava vit ilt við at fáa eyga á “ríkidømi innaní”. Javnvágin í andaliga heiminum og verðsliga heiminum kemur, tá vit byrja at virða tað feminina, natúruna og móður jørð. Tá vit byrja at virða tað irrationella, tað, sum ikki kann vigast og mátast. Tá vit byrja at siga søgur um ævintýrini og at lurta eftir okkara dreymum, sigur Búi Dam og vendur huganum aftur til ævintýrini.
- Vit hava bert eitt maskulint mál at tosa við. Tað sigst, at germanska málið er eitt maskulint mál, also eitt mál, sum skilur heimin at. Deilur hann upp og sigur, eitt træ, eitt fjall, ein maður og so framvegis. Eitt rationelt mál. Eg havi latið mær fortalt, at hebraiska málið, mál Jesusar, er eitt feminint mál, eitt hjartamál, eitt mál, sum er sum poesi, har sama orðið kann hava fleiri týdningar. Súmbolskar týdningar, sum kunnu tulkast á ymiskar mátar, eins og ævintýrini og dreymarnar, sigur Búi Dam.
Og her er tað, at intuitónin hjá fólkunum handan “Einaferð var tað eg” traðkar inn.
- Vit hava arbeitt eftir intuitión og fylt magakensluni 100 prosent allan vegin. Ella ja, kanska 95 prosent, sigur Búi Dam.
Leikararnir og leikstjórin hava tveir ferðir verið á ferð í Húsavík og arbeitt miðvíst við og tosa um innara lívið, kenslur og lurta eftir hvørjum øðrum, og givið hvørjum øðrum pláss.
- Vit hava skapt eitt rúm, sum er ræðuliga trygt. Har tú kanst byrja at lurta eftir hasari røddini innaní, sum veit hvat skal gerast. Tað er áðrenn alt tað rationella, maskulina kemur inn í høvdið og køvur røddina, sum veit, greiðir Búi frá.
Kvinna, sig hvør tú ert!
Í leikinum snýr tað seg í stóran mun um at sparka til tað “behagisjúkuna”, sum kvinnur eru fongdar av. Tann sjúkan, sum sigur, at man skal vera ein pen genta. Tann, sum fær okkum kvinnur til at dylja teir veruligu tankarnar og tær veruligu kenslurnar, sum eru innaní. Eitt stig í leiðini hjá hesum listabólki er, at ein feministiskur tekstur verður umsettur til føroyskt og kemur út í næsta ár. Tað er ein tekstur sum sigur, “kvinna, tak teg saman, fortel hvør tú ert og hvat fyrigongur innan í tær og hvussu tú sært heimin”.
Kvinnur royna at gerast konkretar – helst nógv meira, enn tær í veruleikanum eru. Tær royna at síggja heimin útfrá einum mannfólka perspektivi.
- Teksturin (sum verður útgivin næsta ár, red), nemir millum annað við tann spiritualitet, sum nógvar kvinnur uppliva og sansa, í forlongilsi av teirra seksualiteti. Men eisini seksualiteturin er gjørdur til nakað ógvuliga konkret. Og fyri at broyta tað mugu kvinnur standa við, hvat tær síggja og hvussu tær eru, sigur Búi Dam.
Sum heild hava vit menniskju trupult við at skilja tann mystiska heimin, sum kortini er ein so stórur partur av okkum øllum, um vit vilja tað ella ikki.
- Tað eru ræðuliga nógv, sum hava tilgongd til ein spirituellan heim, men tey tora ikki at úttrykkja tað, tí tað er ov ókonkret. Men tað er í lagi at ikki hava eitt úrslit, men bara at vera ókonkretur. Ofta er tað ókonkreta ein partur av einum størri samanhangi, enn vit sjálvi hava eitt yvirlit yvir, sigur Búi Dam.
Hann kann staðfesta, nú leikurin er farin av bakkastokki, at hann hevur fingið størri samband við sína innaru feminsitisku síðu og hann hevur lært nógv av kvinnunum handan leikin.










